Lýsing
Lýsing
Lýsing
Forsøgin er, at tað verður nógur vindur allan seinnapartin í morgin og í annað kvøld | Mynd: Clio

Upp í storm í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.03.2019 - 11:57 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst er á veg ímóti Føroyum, sum fer at hava nógvan vind við sær í morgin.

Tað sá ikki so ógvusligt út í morgun – trýstið ímiðjuni var 1001hPa, og vindurin rundan um tað lítil og eingin. Tá var tað statt miðskeiðis í Norðuratlantshavi og langt vekk frá Føroyum – einar 800 fjórðingar frá okkum.

Men tað dýpist, og tað dýpist sera skjótt. Á midnátt í kvøld er trýstið væntandi komið niður í 970hPa. Hetta er ein minking í tí reduseraða lufttrýstinum upp á 31hPa í bert 18 tímar, svarandi til 1,7 hPa um tíman.

Eitt slíkt fyribrigdi kallast ein atmosferisk bumba!

Lágtrýstið gongur skjótt hendavegin. Tað fer, sum framrokningar vísa, at eina leið ímillum Føroyar og Ísland.

Vit fara at merkja lágtrýstið nærkast okkum í kvøld, tá ið tað fer at regna, og ættin fer niður í sunnan og á midnátt landsynning. Ein løtu eftir midnátt er aftur sunnan.

Eftir midnátt er vindferðin komin upp í 13 til 18 m/s, og hetta verður vindferðin til morginári, tá ið ferðin veksur upp í 15 til 20 m/s. Tað kann roknast við meira vindi sunnanfjørðs og vestanfyri enn norðanfjørðs og í Norðoyoyggjum.

Seinnapartin í morgin koma brúgvaløg við regni og vátakava framvið, og tá kann væntast eitt sindur meira vindur – um 20 til 25 m/s.

Vindferðin, nevnd í hesi grein, er miðalvindferðin. Hædd er ikki tikin fyri hvirlum.

Gevið gætur, at tá ið lágtrýst koma so nær við Føroyar, skal bert lítil broyting til at forsøgnin broytist.

Vit her á Norðlýsinum fylgja við…

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…