Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Skorheim ein fongur fyri flokkin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.03.2019 - 19:32 Politikkur Tíðindaskriv

Nevndin í Norðoya Sjálvstýrisfelag kennist ikki við ákærurnar hjá Rógva Fossadal. Jógvan hevur frá blaðungum arbeitt hart fyri Sjálvstýrisflokkin og hevur sum formaður víst, at hann kann leiða flokkin.

Nevndin í Norðoya Sjálvstýrisfelag stendur saman um formannin og vísir aftur øllum ákærunum.

Jógvan Skorheim er ein fongur fyri flokkin og hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa flokkin at vaksa. Í tí arbeiðnum hevur hann lagt eina linju, so flokkinum kann verða lív lagað. Hansara partur í at taka sær av praktiskum viðurskiftum hevur heldur ikki ligið eftir. Vit kenna Jógvan sum ein savnandi og diplomatiskan formann.

Tað er eingin ivi fyri okkum í Norðoya Sjálvstýrisfelag, at við Jógvani sum formanni kann flokkurin bara vaksa, eins og hann hevur gjørt við hansara leiðslu í Norðoyggjum.

Vit í nevndini hava í fleiri ár arbeitt saman við Jógvani Skorheim, og hava vit virkað sum eitt toymið, har øll sjónarmið hava verið tikin við. Vit undrast tí stórliga av útsøgnunum, sum eru komnar fram í fjølmiðlunum.

Okkara uppliving er, at partar í flokkinum í langa tíð hava arbeitt í móti formanninum og hava ikki viljað góðtikið hansara avgerðir, hóast ein meiriluti í flokkinum hevur tikið undir við politisku linjuni hjá Jógvani Skorheim. 

Myndin er tikin á landsfundi í 2008, tá Jógvan Skorheim sum formaður fyri Unga Sjálvstýri helt røðu.

Rúna Sivertsen, forkvinna

Sven Dahl, næsformaður

Beinta Klakstein

Óli M. Lassen

Kjartan á Gravarbø

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund