Lýsing
Lýsing
Lýsing
Forsøgnin fyri í morgin er ikki nógv broytt síðan fyrrapartin í dag. | Mynd: Faroeislands.fo

Meiri um veðrið í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.03.2019 - 20:58 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstið við tí nógva vindinum er nú statt einar 500 fjórðingar ein útsynning úr Føroyum. Trýstið í miðjuni var komið niður í 983hPa, so tað dýpist sum væntað varð á middegi í dag.

Ættin er nú landsynningur-sunnan, miðalvindurin er 5 til 10 m/s. Tað er turt kring alt landið.

Um midnáttarleitið fer at regna, og vindur fer at veksa. Klokkan 3 er vindferðin komin upp í 10 til 15 m/s norðanfjørðs; sunnanfjørðs fer at vindferðin at vera 13 til 18 m/s, í støðum 20 til 25 m/s.

Klokkan 6 í morgin ári er vindferðin vaksin enn eitt vet – upp í 18 til 23 m/s norðanfjørðs; í støðum sunnanfjørðs 20 til 25 m/s.

Um 8-9 tíðina í morgin ári fer ættin at flyta seg til útsynning-sunnan og síðani útsynning. Samstundis fer at slíta í. Turt. Miðalvindferðin fyri restina av morgindegnum fer at liggja um 20 til 25 m/s úr útsynningi, við ælaveðri (regn og kavi) seinnapartin og um kvøldið.

Í annaðkvøld fer ættin upp ímóti útsynningi-vestri.

Soleiðis síggja viðurskiftini í lufthavinum út í løtuni. Tá ið lágtrýst koma so nær, skal bert lítil broyting til at forsøgnin broytist.

Vit her á Norðlýsinum fylgja við../..

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund