Lýsing

Norðoyingarnir í samgonguni formenn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.03.2019 - 15:22 Leiðarin Politikkur

Tá samgongan minkaði við Kristini Michelsen fyrst í ár, setti tað ein kavabólt á rull, ið viðførdi nógvar umskipanir. Millum annað eru nú tvey landsstýrisfólk í mentamálum, og tingnevndirnar eru eisini lutvíst umskipaðar. Her eru tey bæði norðoyatingfólkini hjá samgonguni telvað í formanssessir.

Beinleiðis ávirkanin var, at Bárður á Steig Nielsen nú er formaður í Fíggjarnevndini. Hetta er úrslit av, at Kristin Michelsen er limur har og tí broyttist javnvágin til frama fyri andstøðuna.

Óbeinleiðis ávirkanirnar vóru, at Óluva Klettskarð nú er forkvinna í Mentanarnevndini, har núverandi mentamálaráðharrin, Hanna Jensen, sat. Og so at Jónleif Johannesen er valdur til formann í Trivnaðarnevndini.

Við hesum eru norðoyingarnir í samgonguni koyrdir fram í Løgtinginum, og spurningurin er um tað er fyri at geva teimum ein pall til løgtingsvalið. Spennandi verður at vita, hvussu nógv tey megna at avrika, nú so stutt tíð er eftir av valskeiðinum. Men tað sleppa tey nú at vísa í verki.

Hepna hond!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár