Lýsing
Lýsing
Lýsing
Glaður á Borðoyarvík í morgun. | Mynd: Janus Hansen

Veðrið í dag - dagført

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.03.2019 - 15:43 Tíðindi Veðrið

Vindferðin kring landið er 18 til 23 m/s í løtuni (klokkan er 1545). Ættin er útsynningur. Turt er við flestu mátistøðir hjá Landsverki – bert okkurt æl.

Næstu tímarnir fer vindur at veksa eitt sindur – upp í 20 til 25 m/s – og ættin fer upp í útsynning-vestan. Harafturat fara æl at koma framvið við regni og møguliga kava ella vátaslettingi.

Vindur er ikki líka nógvur kring landið í dag, og tað verður eitt sindur ójavnt við vindinum í kvøld og í nátt. Tað er meiri vindur ímillum Føroyar og Ísland, enn tað tað er kring oyggjarnar. Eisini er meiri vindur vestan fyri Føroyar.

Tá ið vindurin kemur yvir oyggjar okkara, minkar ferðin eitt sindur, og tað er so ójavnt við tí, hvar tað minkar mest og minst. Alt velst um ættina á staðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund