Lýsing
Lýsing
Lýsing
Reyði kassin vísir støddina av økjunum sum hava verið stongd millum 30 til 50 ferðir frá juni til desember í fjør í styttri og longri tíðarskeið

Versnandi viðurskiftini millum NATO og Russland órógva fiskiskapin í Barentshavinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.03.2019 - 17:46 Tíðindi Vinna

Seinastu árini eru viðurskiftini millum Russland og NATO londini nógv versnaði og hevur hetta ført til munandi meira av hernaðarligum virksemið, eisini í Barentshavinum.

Í viðmerking í løgtinginum setti Ingolf S. Olsen, framsøgur í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi, spurnartekin við hví øll kvotan í Barentshavinum ikki bleiv uppfiskað í fjør.

Sum skilst er tað Gadus hjá JFK Trol, sum átti størsta partin av ófiskaðu kvotuni og nøkur tons vóru eftir at fiskað hjá Akrabergi, sum Framherji eigur.

 

Millum 1 og 2% av samlaðu kvotuni restaðu í

John Fuglø, skipari á Gadus, sigur at orsøkin til at kvotan ikki bleiv uppfiskað í ár var fyrst og fremst økta virksemi hjá russiska herflotanum í Barentshavinum.

- Tali á hernaðarvenjingum er økt og havøkini, sum stongd verða í samband við venjingarnar, eru næstan á stødd við Norra, Svørríki og Finnland tilsamans.
- Fiskiveiðumynduleikarnir og hernaðarmynduleikar í Russlandi tosað als ikki saman. Boð koma frá russiska milliterinum at nú er økið stongt vegna venjingar og vit verða noyddir at rýma av bestu fiskileiðunum.
- Tað krevst serligt loyvi at sleppa at sigla í gjøgnum stongdu økini. Fyri tveimum árum síðan fekk Sjúrðarberg um skrúvuna og Gadus var noyddur at sleipa. Men teir vóru steðgaðir av russiska herflotanum sum gav Gadus boð um at sigla uttanum stongda økið og økti hetta um siglingstíðina við tveimum døgum.
- Harafturat hevur fiskiskapurin í Barentshavinum sum heild verið lakari í ár enn undanfarin ár og tí eydnaðist okkum ikki at fiska alla kvotuna.
- Eg havi ilt við at skilja hví ávísir politikkara seta spurnartekin við tey millum 1 og 2 %ini sum lógu eftir í Barentshavinum, tá somu politikkara onga viðmerking hava til at omanfyri 80% av menningarkvotunum ikki vóru fiska í fjør.
- Vit keyptu nøkur tons av fiski á uppboðsølu, men tá vit skuldu fara eftir vøruni var handilin stongdur og tað eru viðurskifti sum vit onga ávirkan hava á, sigur John Fuglø skipari á Gadus.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund