Lýsing
Lýsing
Lýsing
Majken Hammer

Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin

SKRIVAÐ: Majken Hammer  |  23.03.2019 - 08:02 Poddar Mentan

Var fyri nøkrum árum síðan á einum bindiskeiði, har vit skuldu fyrihalda okkum til “tráðin”, og setti hetta nýggjar tankar í gongd um binding, og gjørdi meg nokk eitt sindur “nørduta”.

Grundarlagið fyri at byrja at binda er, at vit hava ein tráð, men hann kann vera so sera ymiskur, eins og tað vit ynskja at fáa burturúr bindingini kann vera so sera fjølbroytt og ymiskt.

Siðbundnað er, at vit binda pløgg á kroppin, umframt ymiskt at nýta í heiminum. Oftast hugsa vit eisini, at tilfarið skal vera ull, bummull, silki, við uppíblanding av nylon og polyester.

Siðbundnað er eisini, at vit hugsa um, at lidna plaggið er nakað vit skulu bera á kroppinum, ella sveipa kroppin í, men nýtist hetta ikki at vera so.

Eg byrjaði at binda sum lítil genta, og lærdi meg at binda pløgg eftir uppskrift, og hugsaði ikki tá, um at skapa nakað sjálv. Onkuntíð sá eg onkra uppskrift, men fekk eg ikki útvegað júst tógvið, sum upskriftin var gjørd til, so nýtti eg okkurt annað líknandi, uttan at hugsa ella vita nakað um, hvussu ein umbýting av tógvinum ávirkaði skapið í plagginum, og soleiðis eydnaðist ikki alt so, væl sum eg bant.

 

Sum árini eru gingin, hevur mítt forvitnið leitt meg nýggjar leiðir – leitt meg at hugsa meira um:

 

  • Hvat tráðurin er
  • Hvat hann kann
  • Hvørjar avbjóðingar hann gevur
  • Hvat eg kann skapað við tráðnum

 

Eg havi funnið tráð sum er úr pappír, tógv við silki og stál, eisini við silki og kopar. Havi sæð og funnið útav hvussu snúningin í tráðnum gevur plagginum annað skap, tá plaggið er vaskað, og nógv nógv annað.

Havi eisini roynt, at spennandi er at fara út úr gomlu kørmunum og hugsa annarleiðis – havi bundið myndir, 3D lutir og m.a. verið við í einum tiltakið, sum Isabel Berglund skipaði fyri í Norðurlandahúsinum, har ein flokkur av føroyskum bindarum var við til at gera listarverkið Peoples Jumper, sum var sýnt fram á listaframsýning í Jútlandi fyrr í ár.

Eg vil gjarna at dugnaligu føroysku bindararnir fara út um “vanligu karmarnir” og leita sær íblástur, tað verið seg bæði til pløgg, myndir, standmyndir og líknandi. Til hetta er alnótin væl egna, at vit kunnu sita í fjarskotnu Føroyum og síggja hvat hendur “úti í stóru verð”, og eru her nøkur mið til tilfar og skap:

 

http://www.magiskegarner.dk/webshop.html

https://www.sommerfuglen.dk/shop/frontpage.html

http://www.isabelberglund.dk/

http://ibenhoej.com/

 

Bindifestivalurin verður í Fuglafirði 11. - 13. apríl 2019

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Fram Prince
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz
Jóla­heilsan frá Kongsborg
Jóla­heilsan frá Samskip Kvitnos
Jóla­heilsan frá Hav Skandic
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke