Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd. Føroya fyrsta løðistøð varð tikin í nýtslu í Klaksvík í 2015

SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyri allar kundar

SKRIVAÐ: Maud Wang Hansen, el-bilaeigari  |  23.03.2019 - 08:08 Lesarabrøv Vinna

Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, sigur at SEV ger bara tað skilabesta – ikki skilagóðar loysnir fyri kundarnar, bert tær skilabestu.

Víðari sigur hann í D&V í kvøld, at SEV hevur til uppgávu at hava prísin so langt niðrri sum gjørligt fyri kundarnar, t.e. tann besti prísurin til brúkararnar.

Hví er hetta prinsippið ikki galdandi í samband við gjald fyri løðing av el-bilum á almennu løðistøðunum?

SEV hevur avgjørt at seta methøgan kostnað á brúk av almennu løðistøðinum galdandi frá 1. apríl. Eingin hoyring, eingin kanning av hvussu kundarnir fara at taka ímóti hesum uppskoti frá okkara monopol-veitara áðrenn avgerðin er tikin.

Øll sum hava keypt sær el-bil vita, at tað var bert ein spurningur um tíð, til kostnaður varð settur á løðing í almennu skjótløðistøðunum. Og eg rokni við at øll taka undir við at hetta ikki eigur at vera ókeypis. Nú hevur SEV sett ein kostnað á løðingina og hesin kostnaður er burt út vit og skili. Alt ov dýrur og livur als ikki upp til kundaprinsippini hjá SE,

-       at bert skilabestu loysnirnar veða tiknar og

-       harvið tann besti prísurin til brúkararnar

Í samrøðu við Justin Philbrow í KVF var ein støða hjá el-bilaeigara lýst sera greitt og væl. Skjótløðistøðin verður nýtt tá tað er neyðugt og fyri at ein kann røkka til hús aftur at løða sín bil til næsta túr.

Stjórin í SEV fekk tað at ljóða sum um tað var ein spurnignur um bara at hava ein nýggjan og dýran bil, fyri als ikki at hava tørv á almennu løðistøðunum. Hví hevur SEV so sett hesar løðistøðir upp, um meiningin ikki er at tær skulu brúkast?

At almennu løðistøðirnar ikki eru ætlaðar sum p-pláss er ein heilt onnur søk. Men hetta kann ikki leggjast á skilabesta brúkaran, at rinda fyri at SEV onga loysn hevur á hvussu bilførarar brúka tíðina teir eru knýttir at løðistøðunum.

Og, tað er ein trupulleiki fyri mong, at bilar verða settir í løðistøðina í alt ov langa tíð og at bilførarar beinleiðis fara avstað frá støðunum. Ímyndið tykkum, at ein bilførari fór at fylla bensin á bilin og lat bilin standa í pumpuni meðan hann var til arbeiðis. Ella ein sum fer at vaska bilin í einari bilvaskimaskinu og fer til arbeiðis meðan bilurin stendur har.

Nei- ha? Tað sær eingin fyri sær, men tað er nú einaferð tað sum ofta verður gjørt í el-bila løðistøðunum. Hetta má broytast!

Hesin vánaligi ella óynskti atburður økir ikki um veruliga el-kostnaðin tá ein skal løða sær battaríið. Og heilt erligt, um SEV ætlar at broyta ein óynsktan atburð, so eigur tað ikki vera gjørt við at leggja eitt okursgjald á allar brúkarar.

Reint politiskt so gongur hesin hugburður beint ímóti allari ´nudging´ og positivari ávirkan á brúkararn til tess at leggja um til grønari loysnir, loysnir sum bæði landsstýrið og nú eisini bankar ganga á odda við at vísa á.

Sum el-bilaeigari og kundi hjá SEV vóni eg, at SEV ikki velur at gera mismun á kundum sínum og tekur skilabestu avgerðina fyri ein rættvísandi lágan kostnað fyri løðing í almennu løðistøðunum kring landið.

Kanska SEV kann vera eitt sindur kreativ og framhugsin og lata eina kaffisølu ella eina lítla hitastovu upp við løðistøðirnar, so rokni eg við at fólk heldur bíða eftir bilinum til løtt er so mikið at tey vinna heim og heiman brúka skilabestu loysnina við lágum náttartaksti og brúki av grønastu orkuni vit enn fáa hendur á.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund