Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Hesir byrja móti Malta í kvøld

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.03.2019 - 11:17 Ítrottur Tíðindi

Landsdysturin byrjar kl. 17.00.

FSF skrivar: Klokkan 18:00 lokala tíð á Malta, tað er klokkan 17:00 føroyska tíð, fara Malta og Føroyar á vøllin á Ta’ Qali Stadion, har fyrsti dystur í undankappingini til EM 2020 er á skránni.

 

Føroyska liðið kom til Malta seint mánakvøldið, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni. Allir í hópinum tykjast vera væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er greitt, hvørjar ellivu venjararnir senda á vøllin frá byrjan.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, ið eisini er liðskipari, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen og Rene Shaki Joensen. Framrættaður miðvallari verður Hallur Hansson, meðan Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum.

 

Bonkur: Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Bartal Wardum, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jákup L. Thomsen og Klæmint A. Olsen.

 

Sambært maltesiska fótbóltssambandinum verða eini 6.000 áskoðarar til dagsins dyst á Ta’ Qali Stadion, ið annars hevur pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum. Av teimum 6.000, verða væntandi eini 100, ið fara at stuðla føroyska liðnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona