Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eru Føroyar íblástur til fiskivinnunýskipan í Danmark?

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur  |  24.03.2019 - 12:12 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Sum formaður í serfrøðinganevndini, ið gjørdi frágreiðing um ætlaðu fiskivinnunýskipanina í Føroyum, gjørdist eg ikki sørt forvitin, tá eg í farnu viku læs, at danska stjórnin hevði leita sær íblástur í Føroyum til komandi nýskipanina av donsku fiskivinnuni. Tann 1. mars 2019 bleiv politisk avtala gjørd millum allar teir donsku flokkarnar um at seta í verk tríggjar uppboðssøluskipanir fyri tillutan av fiskirættindum í Danmark. Avtalan er umrødd á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum her. Nýggju skipanirnar skulu virka longu frá 1. januar 2020. Sagt verður frá, at danska embætisverkið hevur leita sær íblástur í Kili, USA og Føroyum, tá nýggja avtalan um uppboðssølu av fiskirættindum bleiv fyrireika.

Hetta fekk meg at reflektera yvir tilgongdina í sambandi við fiskivinnunýskipanina í Føroyum, og um danir kunnu læra nakað av tí tilgongdini.

 

Bakgrund: Kvotakongar skulu avmarkast við uppboðssølum

Í Danmark gjørdist tað ein gøla í 2017, tá tað kom fram, at fiskivinnuumsitingin hevði fyrisitið donsku fiskivinnulóggávuna á ein hátt, sum Ríkisgrannskoðanin metti vera í stríð við andan í lógini. Tá danska fiskivinnulóggávan fyrst í nullunum bleiv liberalisera við meira umsetiligum kvotum fyri at økja um lønsemi í vinnuni, bleiv samstundis ásett, at fyrisitingin skuldi forða fyri eini miðsavnan av rættindunum. Lógin ásetti ongin ítøkilig mørk – í mótsetning til ásettu anti-trust mørkini í føroysku lóggávuni – men viðmerkingarnar áløgdu fyrisitingini at savna inn upplýsingar og gera inntriv um neyðugt. Í frágreiðing á sumri 2017 staðfesti Ríkisgrannskoðanin, at danska fiskivinnuumsitingini hevði forsømt sína uppgávu, tí miðsavningin av kvotum hevði tikið dik á seg seinnu árini.

Á heystið 2017 avráddi stjórnin tí í samráð við allar teir politisku flokkarnar at verkseta nøkur átøk fyri at avmarkað miðsavningina av fiskirættindum. Tað er hendan politiska stevna, sum nú er blivin til eina rættiliga ítøkiliga politiska avtalu millum somu flokkar um, hvussu nøkur fiskirættindi skulu útlutast fyri eitt ár í senn við trimum statsligum uppboðssølum.

Tær tríggjar ætlaðu uppboðssøluskipanirnar eru fyri ávíkavist:

1.     Uppboð av óbrúktum mongdum í strandarfiskiskipanini.

2.     Uppboð av fiskirættindum av nýggjum fiskasløgum.

3.     Uppboð av fiskirættindum frá Fiskigrunninum (ein partur av umsetiliigu kvotunum).

Inntøkurnar frá donsku uppboðssølunum skulu allar brúkast til átøk at víðarimenna fiskivinnuna.

 

Arbeiðssetningur skal nú orðast

Sambært politisku avtaluni frá 1. mars í ár skal danska stjórnin nú orða arbeiðssetningar fyri eini búskaparligari og eini løgfrøðiligari greining av verksetanini av umrøddu skipanum. Eg gjørdi alment vart við – eisini í sjálvari frágreiðingini í oktober 2016, at føroyski serfrøðingabólkurin fekk ein alt ov avmarkandi arbeiðssetning, har vit einans kundu viðmæla uppboðssølu av øllum rættindum sum leist fyri útlutan. Eisini vóru andsagnir millum fleiri av málunum við ætlaðu nýskipanini. Tað tykist sum danska stjórnin er í ferð við at endurtaka sama mistak við einans at viðgera uppboðssølu sum leist fyri tillutan av fiskirættindum, har danir eisini hava fleiri mótstríðandi endamál við teirra nýskipan.

 

Ov nógv og mótstríðandi politisk mál

Serliga trupul gerst uppboðssøluskipanin, tá myndugleikarnir hava eina røð av øðrum ofta mótstríðandi politiskum málum við tillutanini av fiskirættindum. Ein fult umsetiligur rættindamarknaður í kombinatión við uppboðssølur kundi í síðsta enda viðført, at lønsemi hevði komi í hæddina og kappingarførið hjá fiskivinnuni hevði verið tryggja. Men í hesum døgum sæst í lýsingarherferðum hjá samgonguflokkum, at eitt av høvuðsmálunum við fiskivinnnunýskipanini er at umfordeila virðini í fiskivinnuni øðrvísi enn áður. Tí vera øll møgulig lokabrøgd framd fyri at forða verandi lønsomu fiskivinnufyritøkum í at fáa fatur í kvotum seld á uppboði. Búskaparfrøðiliga vil tað við atlit til umfordeiling av virðum vera nógv skynsamari at lata fiskivinnuna gerast so lønsama sum gjørligt og uppkrevja tilfeingsrentuna øllum borgarum í landinum til góða. Núverandi leistur við nógv størri politiskari óvissu kann í síðsta enda av álvara minka um virðisskapanina í fiskivinnuni.

 

Planbúskaparlig menning av fiskivinnuni er skaðilig

Í frágreiðing okkara um fiskivinnunýskipan ávaraðu vit eisini um vandarnar við at innføra eina ”beauty contest” skipan, sum veruliga kann skeikla marknaðarskipanina. Allíkavæl hevur Løgtingið samtykt eina fiskivinnunýskipan, har tillutan av menningarkvotum fylgir einum ”beauty contest” leisti. Sostatt kann upp til 8,5% av rættindunum blíva tillutaði eftir heilt øðrum treytum enn lønsemi og mest møguligari virðisskapan. Eisini her sær tað út til, at danir gera somu mistøk við at innføra eina skipan fyri nýtslu av inntøkunum frá uppboðssølunum til politiskt stýrdari menning av fiskivinnuni. Tað verður neyvan skynsamt.

 

Avmarkingar fyri váðafúsum íløgum í fiskivinnuni

Tað er væl kent, at fleiri av týðandi aktørunum í donsku fiskivinnuni eru av føroyskum uppruna. Tíbetur fyri hesar og fyri danir annars hava danskir myndugleikar ikki í hyggju at forbjóða váðafúsum íløgum eins og í føroyska nýskipanini, har altjóða íløgur hava fingið durafjórðingin. Við herdum avmarkingum umframt uppboðssøluskipanum ætlar politiski myndugleikin í Danmark tó at forða hesum føroyingum eins væl og hinum stóru donsku reiðarunum at víðarimenna fyritøku teirra við kvotakeypum. Í frágreiðing okkara um fiskivinnunýskipanina vístu vit á, at altjóða váðafúsar íløgur undir røttu umstøðum geva eina hægri tilfeingisrentu til samfelagið. Sama ger seg galdandi í Danmark.

 

Danir eiga ikki blint at eftirapa føroysku nýskipanini

Hóast yvirskipaða endamálið við føroysku fiskivinnunýskipanini segðist vera at skapa eina varandi marknaðargrundaða skipan og skapa mest møgulig virðir, hava royndirnar hetta fyrsta árið ikki verið góðar í so máta.

Politiska óvissan er økt, eitt nú við politiskt broytiligum treytum fyri tillutan av menningarkvotum og ógreiðum útmeldingum um ætlaða tilfeingisgjaldið. Handilsliga óvissan er økt við støðugt broytandi leistum fyri uppboðssølu, har avmarkingar fyri stórrakstrarfyrimunum eru innbygdar í skipanina. Økta óvissan og avmarkaðu møguleikarnir fyri at reisa váðafúsan kapital minkar um íløguhugin, sum í síðsta enda vil minka um virðisskapanina í fiskivinnuni.

Tí eiga danir at vera varnir við at eftirapa føroysku fiskivinnunýskipanini, hóast uppboðssøluleisturin eisini har hevur fingið ein týðandi leiklut.

Tórshavn, 22. mars 2019

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB