Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Jógvan Páll Kristiansen, 1 silvur, Petur Sigurð Johannesen, 1 gull og 1 silvur, Sigmundur Johansen, 2 bronsu    

3 gull, 2 silvur og 2 bronsur í danskari kapping

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.03.2019 - 12:22 Ítrottur Tíðindaskriv

4 føroyskir judoleikarar vóru í kapping í Odense í dag. Hetta var ein kapping fyri “masters” ella veteranar, sum vit siga við hvørt. Talan er um luttakarar, sum eru yvir 30 ár.

Búgvi Poulsen vann gull í sínum vektbólki, sum er -81 kg, har 8 luttakarar kappaðust. Harafturat vann hann eisini gul í lítla opna bólkinum, t.v.s. opin bólkur við øllum undir 81 kg. Í hesum bólkinum vóru 10 luttakarar.

Petur Sigurð Johannesen vann gull í vektbólkinum -100 kg., har 7 luttakarar vóru, og í tyngra opna bólkinum vann hann silvurmedalju.

Jógvan Páll Kristiansen vann silvur í sínum vektbólti, sum er -73 kg. Her vóru 8 luttakarar.

Sigmundur Johansen vann bronsu í sínum vektbólki, sum er -90 kg. Her vóru 8 luttakarar. Í tyngra opna bólkinum vann Sigmundur eisini bronsu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund