Lýsing
Lýsing
Lýsing

TOM ROBERTS - gamal kenningur í Føroyum!

SKRIVAÐ: Poul Jóhan Djurhuus  |  24.03.2019 - 12:24 Tíðindi

Samkomurnar í Føroyum hava fingið forvitnisliga vitjan av Bahama oyggjunum, og í kvøld kl. 18 vitjar hann samkomuna í Betesda í Klaksvík

Tað eru hjúnini Brita og Eli Smith, sum hava vitjað Tom og konu hansara í heimi teirra á Bahama oyggjunum, ið hava fingið vitjanina í lag. Seinast Tom var í Føroym var á várinum í 2011, tá hann ferðaðist runt oyggjarnar saman við vinmanninum og tulkinum Zacharias Zachariassen, sáli.

FYRSTA VITJAN
Fyrsta ferðin hjá Tom Roberts í Føroyum var í 1973. Hann var ókendur á okkara leiðum, og tað var fyrstu ferð, at ein myrkur evangelistur steig á talarapallin í brøðrasamkomunum í Føroyum. Hetta var óivað viðvirkandi til, at áhoyraraskarin var stórur longu á fyrsta møtinum. Men skarin av fólki, sum kom til møtini, vaks kvøld eftir kvøld, og nú var tað ikki tí, at fólkið vildi síggja henda myrka mannin, men boðskapurin hjá Tom Roberts rakti fólkið á ein serlighan hátt, at tey ynsktu at hoyra meira.

Á hesi fyrstu vitjan hansara í 1973 vóru tað fólk í hópatali, bæði ung og eldri úr øllum landinum, sum komu til persónliga trúgv á Jesus Kristus, og sum til dagin í dag hava víst trúskap bæði innan brøðrasamkomuna og aðrar samkomur og kirkjur í Føroyum.

Eitt satt vinarband varð knýtt millum Tom og Zacharias Zachariassen, og fylgjandi mongu árini vitjaði hann javnan í Føroyum, har hann altið hevði væl vitjaðar møtirøðir um alt landi, har Zacharias trúfast stóð honum við lið sum hin ótroyttiligi tulkurin.

38 - 83
Tá Tom Roberts vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni var hann 38 ára gamal, í dag hevur hann bara endavent talinum og er í dag 83 ára gamal. Hann er framvegis virksamur sum evangelistur á Bahama oyggjunum. Tom sigur, at hann við hesi vitjan fegin ynskir at møta føroyingum og samkomum.

Tom kemur ikki at hava møtirøðir á sama hátt sum áður, men skipað er fyri einstøkum evangeliskum møtum í nøkrum av samkomunum. Ein ferðaskrá er gjørd, sum liggur  á heimasíðunum hjá EVR/Evangelisku og Lindini og fleiri øðrum heimasíðum.

Tom og Lisa verða í Føroyum til seinast í apríl, og tey koma at vitja bæði á páskamøtunum á Tvøroyri og í Runavíkini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði