Lýsing
Team Klaksvík vann aftur
Team Klaksvík er oddalið í niðara endaspælinum.
Í dag spældi Team Klaksvík á Skála móti StÍF og Team Klaksvík vann aftur hesaferð eins og liðið gjørdi í Kollafirði fyrr í vikuni. Team Klaksvík vann 25-19 eftir hálvleiksstøðuna 9-9.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu: Christoffer Madsen (7), Jens Pauli Mohr (6), Vilhelm Vilhelmsen (5), Sámal á Tjaldrafløtti (4), Hørður F. Sigtórsson (2) og Petur Martin Eliasen.
Team Klaksvík er á odda eftir sínar fyrstu tveir dystir. Enn eru tveir dystir eftir at spæla. Vinnarin av endaspælinum fyri niðaru liðini vinnur 10.000 kr.
Seinastu tíðindini