Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugrensl úr Brasil

SKRIVAÐ: Jens Heri Bolstad Mortensen  |  25.03.2019 - 08:25 Lesarabrøv Mentan Vinna

Einsemi, kann seta ferð á tankar, og brátt leita tankarnir víða um. Sum útisiglari, kemur ein víða um, og sær ymsar mentanir, og hvussu fólk búleikast. Hvørja ferð eg eri komin væl umborð á skipið, hugsi eg, hvussu heppin eg eri at vera føddur og uppvaksin í Føroyum.

Vit tosa nógv um dálking, og um hvat vit kunnu gera fyri at varðveita nakað til komandi ættarlið.

Á veg umborð á skipið, verður koyrt framvið býlingum, har so nógv burturkast liggur og rekst millum fólk og fæ, at ein kann illa ímynda sær, hvussu nakar kann búgva undir slíkum korum.

Vit eru so fá í Føroyum, og hava so dugnalig, og hugagóð fólk, at tað mátti verið upplagt, at vit vóru heilt frammi í oddinum, hvat viðvíkur endurnýtslu og skipan av einum grønum samfelagi.

Hvussu fantastiskt hevði tað ikki verið, um okkara Føroyar var ein fyrimynd fyri øðrum tjóðum, og vit løgdu lunnar undir nýggj hugskot, hvat burðardyggum umhvørvis loysnum viðvíkur.

Tá ið eg sitið við telduna, síggi eg nakrar av lokalu útróðrarmonnunum, teir rigga sær reiðskapin til. Her kann vera fitt av høgguslokki at fáa, og teir kappast við okkara filipinsku dekkarar um at fáa fongin til høldar.

Aftur her hugsi eg, hvussu vælsignaði vit eru í Føroyum, at okkara grunnar bera slíkt ríkidømi, sum vit hava sæð tey farnu árini. Serliga hugaligt er tað, at landleiðin kastar væl av sær í løtuni, og at okkara harðbalnu útróðrarmenn kunnu fáa stóran fong - tað er teimum ómetaliga væl unt.

Vit hava nógv at vera takksom fyri, báði frá skaparans hond, og ikki minst fyri teir fiskimenn sum fáa fongin til høldar, og tær kvinnur og menn sum leggja nógva orku og pengar í at útvega tey bestu vinnutólini.

Ynski øllum har heima ein góðan dag, og eina eydnusama komandi viku.

 

Á Santos feltinum í Brasil.

 

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…