Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri samtakið væl fyri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2019 - 13:33 Tíðindaskriv Vinna

Góðu úrslitini hjá feløgunum í Betri samtakinum førdu við sær, at móðurfelagið, Betri P/F, hevði eitt gott úrslit í 2018. Ársúrslitið fyri 2018 gjørdist 124,5 mió. kr., ið leggjast afturat eginpeninginum hjá Betri P/F, sum harvið kemur upp á 3.070 mió. kr.

Hóast Betri P/F við eginognini á omanfyri 3 mia. kr. skuldi verið væl bjálvað, sær samtakið avbjóðingar í nýggju kapitalkrøvunum, sum ætlandi verða áløgd SIFI-peningastovnum komandi árini. Ætlaðu krøvini eru rættilig hørð í mun til líknandi peningastovnar uttanlands og kunnu avmarka møguleikarnar at veita lán til føroyskt vinnulív. Harumframt eru eyka krøvini til føroyskar SIFI-peningastovnar kappingaravlagandi í mun til útlendskar peningastovnar, sum hava áhuga í at sleppa inn á føroyska marknaðin. Betri vónar tí, at myndugleikarnir umráða støðuna viðvíkjandi krøvunum til SIFI-peningastovnar av nýggjum, nú tey nýggju sokallaðu NEP-krøvini eisini eru partur av samlaðu kapitalkrøvunum.

Feløgini í samtakinum gjørdu í 2018 størstu kundakanning í Føroyum nakrantíð. Fleiri enn 5.000 kundar vórðu spurdir um nøgdsemið við tænasturnar í feløgunum, og hvussu feløgini best møguligt gongur teirra tørvi á møti. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, sum feløgini fara at arbeiða víðari við í 2019. Kundarnir eiga Betri, og tí verður stórur dentur lagdur á at menna tænastuna til kundan í samtakinum.

Umframt aðalmálið at vera fremsti og tryggasti heildarveitari innan trygging, fígging, pensjón og húsamekling í Føroyum, er tað eisini ábyrgdin hjá stórum feløgum at taka lut í føroyska samfelagnum og stuðla samfelagsgagnligum virksemi. Tí samtykti Betri ein CSR-politikk í 2018, og sæst úrslitið av politikkinum millum annað aftur í tí stuðli, sum varð latin vælgerandi endamálum gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin. Stuðul var millum annað latin til Barnaheimið, Kvinnuhúsið, Kris og bjargingarfeløgini.

Betri P/F takkar kundum, samstarvsfeløgum og starvsfólki í øllum samtakinum fyri gott samstarv í 2018.

Árið í stuttum

Ársúrslitið: 124,5 mió. kr.
Úrslitið áðrenn skatt: 147,3 mió. kr.
Eginognin: 3.070 mia. kr.
Fíggjarstøðan javnvigar við 12.447 mió. kr.
Solvensurin við árslok: 40,2%

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…