Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggja meir íbúðir kring um landið

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen  |  25.03.2019 - 18:21 Lesarabrøv Politikkur

Sambært teirra seinastu ársfrágreiðing, hava Bústaðir higartil bygt umleið 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í Tórshavn, men einans umleið 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í øðrum býum og bygdum í landi okkara. Hetta kann als ikki góðtakast!

Tað privata byggir tíverri so at siga einans bústaðir í høvuðsstaðnum, sum í sær sjálvum er bæði gott og neyðugt, men tað kann ikki góðtakast, at okkara almenna Bústaðafelag nú leggur afturat hesi gongd við at gera tað sama sum tað privata, nevniliga eisini at byggja nógv mest í høvuðsstaðnum, meðan restin av landinum bert fær ein brotpart.
 
Fyri stuttum hevði Jógvan Arge eina samrøðu í Útvarpi Føroya við Jóannes Dalsgarð, sum í eitt mannaminni var stjóri á Húsalánsgrunninum, sum í dag er umlagdur til Føroya Bústaðafelag, vanliga stytt Bústaðir.
 
Í samrøðuni segði Jóannes Dalsgarð millum annað ógvuliga skilagott, at Húsalánsgrunnurin í hansara tíð sum stjóri legði seg eftir at veita fígging til bústaðabyggingar kring landið, har sum bankarnir ikki altíð vóru so hugaðir at veita fígging.
 
Soleiðis var Húsalánsgrunnurin við til at stimbra búsetingina kring um í øllum landi okkara. Ein ógvuliga skilagóður politikkur, tí sjálvandi skal tað almenna viðvirka til, at fólk kunnu seta búgv og skapa lív kring alt landið.
 
Almenna Bústaðafelagið økir um sentraliseringina
Tíverri mugu vit í dag staðfesta, at tann umlagdi Húsalánsgrunnurin, sum nú eitur Bústaðir, ikki hevur hildið fram við hesum skilagóða politikki grunsins, men ístaðin hevur lagt á annan bógv, tí nú vísa tey turru tølini, at Bústaðir hevur bygt fleirfalt so nógv pr. íbúgva í Havn, enn felagið hevur bygt pr. íbúgva aðrastaðni í landinum.
 
Hetta kunnu vit staðfesta við at hyggja í hagtølini, sum Bústaðir sjálvt hevur lagt alment fram í sínari seinastu ársfrágreiðing. Í grein í Norðlýsinum herfyri kundi blaðið staðfesta, at Bústaðir higartil hevur fordeilt sína íbúðabygging soleiðis millum høvuðsstaðin og restina av landinum:
 

 
Sum tað framgongur av yvirlitinum, so hava Bústaðir higartil bygt og eru í ferð við at byggja 379 bústaðir til tey 38% av fólkinum, sum búgva í høvuðsstaðnum, meðan bert 172 bústaðir eru bygdir ella eru ávegis til tey 62% av Føroya fólki, sum býr aðrastaðni í landinum.
 
Stutt sagt byggir almenna Bústaðafelagið 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðstaðnum, meðan felagið byggir færri enn 6 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar kring landið.
 
Sum løgtingslimur, búsitandi í Klaksvík, veit eg dagliga um persónar her í økinum, sum leita eftir onkrum at búgva í. Bústaðaneyðin er nevniliga stór eisini í Klaksvík, og tað sama ger seg galdandi aðrastaðni kring landið.
 
Hesin sentralistiski hugburðurin hjá Bústøðum kann als ikki góðtakast, og Føroya Løgting má krevja av hesum alment fíggjaða Bústaðafelag, sum enn einaferð hevur fingið eina peningainnspræning frá skattaborgaranum, at tey leggja á annan bógv og gerast munandi meir virkin at byggja bústaðir kring landið.
 
Klaksvík, 25. mars 2019
 
Jákup Mikkelsen
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…