Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskifrøðingur fer lætt um sannleikan í samrøðu í KVF

SKRIVAÐ: Eyðun Hansen, Vestmanna  |  26.03.2019 - 05:46 Lesarabrøv Vinna

Mánadagin 18-03-2019 tosaði Tórur á túri, við fiskifrøðing, sum greiddi frá, at av toskunum sum vóru merktir undir Føroyum, var bert ein av hvørjum 1.000 toskum fingnir aftur, uttan fyri Føroyska landgrunnin.

Sannleikin er, av nøkrum merkingum er uml. ein av hvørjum 100 merktum toskum, fingin aftur uttan fyri Føroyska landgrunnin. Og í øðrum merkingum er ein út av hvørjum 150 fingin aftur uttan fyri Føroyska landgrunnin, og í meðal er tað uml. 500.

Eg skal eisini leggja afturat, at sendingarnar, “Við Tóra á túri” eru avbera góðar sendingar. Sendingin við, Tóra á túri. hoyrist her, fiskifrøðingurin kemur 38 minuttir inni í sendingini.

Her er nakað sum fiskifrøðingurin segði:
“So tað sær út sum toskurin er komin burtur úr ongum, men í veruleikanum hevur toskurin altíð hevur veri her, og nú er farin longur út so línubátar eisini fáa tosk. “

Men veruleikin er, at meginparturin av toskinum, sum er komin inn á grunnarnar hesi seinastu 4 árini, er 6 til 12 gamal, og tí finni eg ikki onnur orð fyri hesum útsøgn hjá fiskifrøðinginum - enn at teir villleiða lurtarin.

Í 2011 bleiv eitt stórt øki á innastu leiðinum stongt, tí so nógvur 1-2 ára gamal smáfiskur var har, men kunngerðin bleiv longu avtikin aftur í 2012, tí smái toskurin bleiv burtur, eftir eitt langt liggjandi illveður, á heysti 2011.

Eg rokni við at Fiskimálaráðið, og løgtingsfólk minnast tað, har eg gangi út frá, at tað er Havstovnan sum hevur gjørt tilmælið, um friðingarnar í 2011 og eisini, tá økið skuldu lætast uppaftur í 2012. Tað hevði veri áhugavert, at sæð hesi tilmælini.

Eg havi fleiri ferð spurt Havstovuna, hvar tann smáfiskurin bleiv av, og hvar tann 6 til 12 ára gamli toskurin er komin frá. Fiskimenn sóu toskin í 2010 og 2011 tað vóru 2 árgangir ongin hevur sæð nakað til toskin aftur fyrr enn í 2015 síðani er meira og meira toskur komin inn á grunnarnar.

Um toskurin hevði veri á grunninum øll árini, so høvdu fiskimenn vita tað, og í tilmælunum hjá Havstovuni er einki sum bendir á at fiskifrøðingar vistu um hesar árgangirnar.

Men í “bagklogskabens klare lys” hevur fiskifrøðingurin Tórur tosaði við, eina forkláring uppá nærum alt. fyri 3 árum síðani segði hann, at toskastovnurin ongantíð hevði veri so illa fyri fyrr. Men hetta er beint øvugta, hann sigur nú.

Hetta er tilmæli frá Havstovuni 15-06-2017 um tosk og hýsu fyri fiski árið 2017/18

“Fyri Bólk 3, 4 og 5, ið serliga veiða tosk og hýsu, verður mælt til, at teir tillutaðu dagarnir verða 50% av teimum brúktu døgunum í fiskiárinum 2016/2017.”

Toskurin kemur altíð inn á grunnarnar eftir føði, tá nógv nebbasild er.

Trol og snellu bátar hava fingið tosk í fleiri ár, á innaru leiðinum og fáa tað enn, samstundis sum línuskipini, nú fáa tosk longur úti, men toskur tekur ikki so gott línu í gýtingar tíðini og ei heldur um summari, men sjálvandi tekur hann ikki eins væl á línu, tá tað nógv nebbasild er.

Fyri nøkrum vikum síðani segði fiskifrøðingurin, at ein toskur etur kanska ein lítlan tosk í lívinum og fyri nøkrum árum síðani, segði sami frøðingur, at teir stóri toskanir vóru “kameratar” við teir
smærri, og lærdi teir at eta, men sannleikin sæst her.
Tað sum toskur etur, forterist í maganum innan fyri eitt døgn, og teir eta fleiri smáar toskar um dagin, tá lítið av nebbasild og aðrari føði er til, so man má fiska nógv úr fiskastovninum, tá hann er stórur, annars blívur kannibalisman ov stór, og tað átti ein fiskifrøðingur at vita. Um tað er tað, sum er hent úti á Føroya banka, er sjálvandi ringt at meta um.

28-01-2019 Her eru gitingar um nebbasildina, M.H. Kom aftur av seinasta fiskitúri 17-10-2018 11-02-2019 nógv Nebbasild

Fiskifrøðingurin livir í eini dreymaverð, um hvar toskurin hevur verið. Tá tað so er eyðsæð, at tingini ikki hanga saman, sum sagt er frammanundan, tað verur komi við greiningum, sum fiskimenn vita ikki á nakran hátt hanga saman.

Eg havi fleiri ferð sett spurningar og onki svar fingið, men um eg hevði tikið feil, so vóni og haldi eg, at fiskifrøðingarnir høvdu komi við einari beinleiðis viðmerking, ístaðin fyri at fara í KVF, har teir vita, at eingin spurningur verður settur teimum, “what so ever”.

Havstovan merkir altíð fisk seinast í september ella í oktober, tá fiskurin ferðast lítið og onki. Eg veit ikki, hví Havstovan steðgaði við at merkja tosk um vári, tá so stórt tal av teimum merkjunum vórðu afturfingin uttan fyri Føroyska landgrunnin.

Hinar fiskivinnutjóðirnar merkja toskin um vári fyri at síggja, hvar toskurin ferðast.

Nú havi eg hugt gjølla eftir tølunum, og eg fái tað til, at toskurin flytur rættiliga nógv inn og út av grunninum serliga um vári, tá gýtingin er.

Danir stóðu fyri merkingunum frá árini frá 1909 til 13, frá 1922 til 27, frá 1932 til 38 og frá 1952 til 65. Onglendingar stóðu fyri royndunum frá 1959 til 67. Frá 1968 til 1996 eru tíverri ongar merkingar gjørdar. Føroyingar stóðu fyri royndunum frá 1997 til 2018.

Sí talvuna niðanfyri.

 

 

 

Av hesum 2.602 toskunum, sum eru merktur um vári, eru 611 fingnir aftur, sum er 24 %. Av hesum eru 4 fingnir uttanfyri Føroyska landgrunnin, men tað mangla 1991 toskar.

Tað kann tykjast løgið, at tað seinasta merki, sum bleiv fingið aftur uttanfyri Føroyska landgrunnin, var tann 22. januar 2007, tvs. fyri meira enn 12 ár síðani.

Fiskifrøðin átti at vita, at allur fiskur ferðast mest áðrenn og eftir gýting.
Hví gavst Havstovan við at merkja tosk um vári, tá teir fingu 1 av 153 aftur frá vármerkingunum?

Gavst Havstovan við at merkja tosk um vári, fyri at villleiða fólk, so teoriin hjá fiskifrøðini skal passa betur?

Hví samsvara merkingarnar hjá Havstovuni ikki við merkingarnar hjá dønum og onglendingum ?

Fiskifrøðingurin sigur, at fiskidagaskipanin avmarkar ikki fiskiskapin, men fyri at villleiða fólk, blívur onki sagt, um fiskidagarnir eru minkaðir frá 41.045 niður í 18.654 ella ein minking á 54%

Tað er løgi, at toskurin helt uppat, at flyta út av grunninum, tá føroysku fiskifrøðingurin fingu ábyrgdina av toskastovninum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…