Lýsing
Lýsing

Miseydnað kvettroynd í Sjálvstýri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2019 - 09:21 Leiðarin Politikkur

Fyrrverandi landsnevndarformaðurin Rógvi Fossadal og fyrrverandi sambandstingmaðurin Bjørn á Heygum hava seinastu dagarnar lagt núverandi formannin í flokkinum undir at vilja forða fyri, at flokkurin veksur, eins og annar teirra hevur ført fram, at formaðurin er meira fólkafloksmaður enn sjálvstýrismaður, umframt at nevna brøðrasamkomuna sum hálandi í træðrirnar í hesum sambandinum.

Hetta var ein heldur ófrættakendur retorikkur, har samkomutilhoyr ikki bara varð vavt uppí, men har Rógvi Fossadal enntá skrivar, at floksformaðurin er í lummanum á Betesda, sum í veruleikanum stýrir Jógvani Skorheim.

Verður lisið longri í atfinningunum, kemur fram, at Rógvi Fossadal er harmur um ikki at vera sloppin í samgongu við ta sitandi landsstýrissamgonguna. Og enn longur niðri stendur, at hann eisini harmast um, at Magni Laksáfoss ikki er komin uppí flokkin. Men ongastaðni vísir Rógvi Fossadal á, at hann tosar fyri øll sjálvstýrisfólk, ella meirilutan av teimum, tá hann harmast um hesi tingini.

Valfeløgini í Eysturoy og í Norðoyggjum komu eftirfylgjandi út og stuðlaðu sitandi formanni, Jógvani Skorheim. Og somuleiðis ungmannafelagið Ungt Sjálvstýri. Einasti stuðulin, Rógvi Fossadal fekk, var frá formanninum í lokalfelagnum í Streymoynni.

Eftir øllum at døma stuðlar fyrrverandi sambandsmaðurin Bjørn á Heygum einum øðrum fyrrverandi sambandsmanni, Magna Laksáfoss, í at sleppa inn í flokkin, og Rógvi Fossadal roynir at fáa m.a. tað til at síggja út til at vera betri sjálvsstýrispolitikk enn politikkin hjá Jógvani Skorheim.

Verður kagað í atkvøðutølini frá seinasta vali, tekna Bjørn á Heygum og Rógvi Fossadal seg fyri tilsamans 108 atkvøðum, meðan Jógvan Skorheim einsamallur fekk 389 atkvøður. Vert er eisini at leggja til merkis, at sjálvt í Tórshavn fekk Jógvan Skorheim fleiri atkvøður (63) enn Bjørn á Heygum (39) og Rógvi Fossadal (8) tilsamans.

Hvussu einasti veruligi atkvøðuslúkur Sjálvstýrisins skal vera størsta forðingin fyri, at flokkurin kann vaksa, saknar framvegis eina frágreiðing.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýggja nevnd
Team Klaksvík misti trygga leiðslu í Kol…
4 mill. burðardyggir døgverðar
Skal Dúgvan sigla aftur millum Klaksvík…
Vælferð samfelagsins trælir
Handilshøl­ini við Biskupstorg verða gjør…
8 ára gamal fløskupostur
Útróðurin í dag 3. mars
Pengadagur fyri allar 9. flokkar í Føro…
Ferðaleiðara­felagið hevði aðalfund leyga…
Rigga til byggjan av Kappróðrarneystinum
Lands­stýris­maðu­rin átalar frávik
Koppingaranarki !
Altjóða kvinnu­bønardagurin
Avgerandi dystur hjá Team Klaksvík í Kol…
Summi eru meira líka enn onnur
Ankomnkan, Carlton, alias Jákup B av Kla…
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur loyst…
Treysti ársaðalfund
Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fó…