Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhan: - Eg havi ikki vent, og fari ikki at venda Tjóðveldinum og loysingini bakið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2019 - 13:11 Politikkur Tíðindi

Vit sum IKKI blivu vald til seinasta val, og tjóðveldisveljararnir annars her í Eysturoy mugu eisini taka í egnan barm, og ikki bara geva øðrum skylduna fyri verandi støðu, sigur Jóhan Christiansen borgarstjóri í Eysturkommunu á sínum facebook-vanga

Jóhan Christiansen skrivar soleiðis:

Eg eri ikki samdur í øllum flokkurin hevur staði fyri í seinastuni, men í staðin fyri at “kasta handklæði í ringin” og fara út í fjølmiðlarnar at larma, so vil eg heldur taka kampin upp og fara til verka, og royna at ávirka flokkin soleiðis, at vit í Eysturoy aftur føla okkum meira heima í Tjóðveldisflokkinum.

Vit sum IKKI blivu vald til seinasta val, og tjóðveldisveljararnir annars her í Eysturoy mugu eisini taka í egnan barm, og ikki bara geva øðrum skylduna fyri verandi støðu.

Vit kunna hyggja eftir hvar Tjóðveldis atkvøðurnar í Eysturoy fóru. Eg gitið, onkur átti at kannað tað nærri, at ein stórur partur, kanska 1/3 ella meira fóru úr Eysturoy til í høvuðsheitinum til Suðurstreymoy. Um hesar atkvøðurnar vóru givnar til eitt av valevnunum her í Eysturoy, so hevði Eysturoy allar helst havt eitt Tjóðveldis umboð á Tingi í dag. Eitt umboð, sum uttan iva hevði kunna latið Eysturoy verið betri hoyrda í Løgtinginum, enn hon er í dag.

Men sum sagt, so valdu nógvir av Tjóðveldis veljarunum í Eysturoy at senda sínar atkvøður til Suðurstreymoy. Og tað mugu vit sum vóru valevnir her í Eysturoy eisini taka ábyrgd av, og fari eg at arbeiða fyri at fáa tær atkvøðurnar heim aftur.

Nógv spjøldur kunna helst hangast á meg. Men fyrst og fremst eri eg LOYSINGARMAÐUR skuldi nakar ivast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark