Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Jákup Mikkelsen, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

SKRIVAÐ: Txt Andras Róin: Mynd Oliver  |  26.03.2019 - 16:08 Lesarabrøv Tíðindi Vinna

 

 

 

 

                                                                                                                                                     Tórshavn, 26. mars 2019

“Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggja meir íbúðir kring um landið”

Soleiðis er heiti á grein frá Jákupi Mikkelsen (JM) í nøkrum miðlum. Í greinini leggur JM Bústaðir undir at økja um sentraliseringina í Føroyum. Hetta tí at Bústaðir byggir lutfalsliga fleiri leigubústaðir í høvuðsstaðnum enn uttanfyri.

JM endar greinina við hesum orðum “Føroya Løgting má krevja av hesum alment fíggjaða Bústaðafelag, sum enn einaferð hevur fingið eina peningainnspræning frá skattaborgaranum, at tey leggja á annan bógv og gerast munandi meir virkin at byggja bústaðir kring landið”.

Fyrst er at fegnast um, at eisini Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum er komin til tað niðurstøðu, at fleiri almennir leigubústaðir skulu byggjast kring alt landið. Tá ið Húsalánsgrunnurin, nú Bústaðir, við lóg nr. 140 frá 6. oktober 2011, fekk sínar heimildir sum alment bústaðafelag, atkvøddi JM nevniliga ímóti hesum á Føroya Løgtingi.

Harnæst bert ein lítil rættleiðing til JM. Bústaðir hevur ikki fingið eina peningainnspræning frá skattaborgaranum. Bústaðir fekk í 2017 heimild at taka lán frá føroyskum peningastovnum til sítt víðari virksemi. Talan er um lántøku, sum Bústaðir, eins og aðrir lántakarar, skal gjalda aftur.  

Og so til høvuðsevnið – Bústaðir sum sentraliseringsamboð.

Tveir triðingar av teimum 2.500, sum standa á bíðilistanum hjá Bústaðir, ynskja sær mest ein leigubústað í Suðurstreymi. Tað er eisini í høvuðsstaðnum, at kostnaðurin at keypa er hægstur, og tískil er tørvurin á bíligari bústaðaloysnum har mest átrokandi.

Eingin ivi er heldur um, at tryggasta íløgan er at byggja íbúðir í høvuðsstaðnum, og er tað orsøkin til, sum JM nevnir, at privatir íleggjarir ikki síggja út um Havnina. Men tá er tað gott, at vit hava eitt alment bústaðafelag, sum tekur onnur atlit.

Bústaðir hevur frá byrjan av lagt stóran dent á, at leigubústaðir skulu verða tøkir um alt landið. Hóast tørvurin í vavi er minni á øðrum plássum enn í høvuðsstaðnum, so er tørvurin til staðar. Tað kunnu verða yngri fólk, ið skulu búseta seg fyri fyrstu ferð, ella eldri, sum ikki hava ein hóskandi bústað, men kortini ynskja at verða verandi í nær umhvørvinum.

Bústaðir hevur í dag 295 leigumál, við teimum 30 í Klaksvík og 3 í Hvannasundi, sum í hesum døgum verða víst fram. Býtið millum høvuðsstaðin og restina av landinum er í dag í prosentum 60 / 40, men taka vit næmingaheimini burtur, sum Bústaðir hava yvirtikið, og sum bert hava kømur, so er býti 51,4 / 48,6.

Fer Føroya Løgting at samtykkja bústaðapakkan, sum m.a. gevur Bústaðir heimild at útskriva lánsbrøv, væntar Bústaðir í 2025 at hava umleið 900 leigubústaðir, harav ein lítil helvt verður uttanfyri høvuðsstaðin.

Tað er umráðandi fyri Bústaðir, at hóast fólkavøksturin er størstur í meginøkjunum, og harvið eisini ynskini um fleiri og betri bústaðarmøguleikar, so kunnu Bústaðir við at tryggja eitt hóskandi útboð – eisini á minni plássum, virka fyri eini burðardyggari menning um alt landið.

Vit fegnast um, at eisini Jákup Mikkelsen ynskir fleiri leigubústaðir um alt landið.

Bústaðir – Føroya Bústaðafelag

Tórshavn 26. mars 2019

Andras Róin, stjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…