Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og samlaðu BETRI Vetrarkappingina

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  26.03.2019 - 19:15 Ítrottur Tíðindi

Rebekka Fuglø og Einar Gregersen úr Treysti gjørdust bæði føroyameistarar og samlaðir vinnarar av vetrarkappingini 2018/19

Leygarmorgunin bleiv 8. og seinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hilidð í Runavík. Kappingin var samstundis FM í 10 km. Út frá veðurforsøgnunum gjøgnum vikuna frammanundan, so kundi væntaast alt møguligt, men tá avtornaði varð veðrið bara heilt hampuligt. Eitt køli høgættarlot, sum gjørdi at rennararnir fingu mótvind tá teir runnu inneftir kei'ini og undanvind, tá runnið bleiv úteftir móti málinum. Góðir 50 rennarar luttóku.

Rebekka hevði luttikið í fýra umførum frammanundan og mátti gjøgnumføra kappingina leygardagin, um hon vildi vinna samlaðu kappingina. Hon hevði verið sjúk uppundir kappingina, men hon lat tó ongan iva verða um hvør ræður í føroyskari kvinnurenning í løtuni. Hon vann tryggan sigur við 40.25 min. Hon bleiv sostatt føroyameistari og samlaður vinnari í vetrarkappingini hjá kvinnum við 5 sigrum í 5 kappingum. Á øðrum- og triðjaplássi komu ávikavist Marita Andrasardóttir við 41.08 min. og Hergerð Heldarskarð við 43.57 min. Hetta bleiv eisini endaliga raðfylgjan í vetrarkappingini hjá kvinnum. 

Einar hevði longu tryggja sær samlaða sigurin í vetrarkappingini undan renningini leygardagin, og tí bleiv hansara mál fyri dagin og tryggja sær FM-heitið í 10 km. Veðrið gjørdi sítt til at talan bleiv um eina ógvuliga taktiska renning. Útleggið var spakuligt og blivu tað Einar, Ragnar Rasmussen, Hanus í Horni Nielsen, Sam Vang og Henry Olsen, sum eftir næsta umfar høvdu lagt seg á odda. Sam gjørdi eina roynd miðskeiðis í kappingini, at slita seg leysan, men hinir fingu hann allir skjótt aftur undantikið Ragnar, sum misti takið í oddinum. Tá teir fóru undir seinasta kilometur løgu teir fýra púra javnir. Tá tað restaðu nakrir hundrað metrar bleiv tað, eins og á Fossánesi, til eina sera spennandi spurtuppgerð ímillum Einar og Hanus. Aftur hesuferð var tað Einar sum vann og bleiv hann sostatt bæði føroyameistari og vinnari av vetrarkappingini.

Tíðirnar hjá teimum blivu 37.20 min. og 37.21 min. Sam bleiv nummar trý við 37.36 min. og Henry nummar fýra við 37.42 min. Ragnar misti nakað og kom á mál við 38.57 min.

Í samlaðu vetrarkappingini  vóru tað Einar Gregersen úr Treysti, Ragnar Rasmussen úr Hvirluni og Sam Vang úr Bragdinum á teimum fremstu plássunum.

Vibeka Sivertsen var einsamøll genta og rann hon teir 5 kilometrarnar uppá 21.09 min. sum er ein góð tíð eftir umstøðunum. Vibeka vann eisini samlaðu vetrarkappingina fyri gentur.

Heini Gregersen bleiv nummar fýra í veteranbólkinum við 40.28 min. bert 14 sekund frá triðjaplássi. í samlaðu vetrarkappingini bleiv tað eisini til eitt fjórðapláss.

Borgar Biskopstø tryggjaði sær FM bronsuheiðursmerkið í superveteranbólkinum við 45.16 min. og eitt samlað annaðpláss í vetrarkappingini. 

Gunnar Simonsen bleiv føroyameistari í superveteranbólkinum við 52.10 min. og vann eisini samlaðu vetrarkappingina.

Í liðkappingini hjá monnum lá Treysti (Einar, Heini og Steffan) á odda undan seinasta umfari, men Steffan fekk ikki runnið vegna skaða, og tíbetur høvdu vit ein góðan fjórðamann í Borgar, sum hjálpti liðnum at blíva nummar tvey við 844 stigum, bert 9 stig aftanfyri Bragdið við 853 stigum og 25 stig frammanfyri Roysnið við 819 stigum og 31 stig frammanfyi Hvirluna við 813 stigum. 

Einar, Heini og Vibeka vóru so mikið ófør at luttaka í vetrarkappingini, at tey ognaðu sær tað siðbundna páskaeggið, sum verður latið teimum, sum hava luttikið í øllum átta umførunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar