Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá lívið ikki lær!

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein  |  29.03.2019 - 07:46 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Takk til KVF fyri eina hjartanemandi sending, og eina enn størri tøkk til Mortan, ið loyvir okkum hyggjarum opið og erligt at fáa innlit í ein gerandisdag, ið er merktur av teimum avbjóðingum, sum tunglyndi førir við sær. Sendingin er djørv, rørandi og øsandi. Djúpt frustrerandi eisini, tí maktarsloysi er kennslan eg sitið eftir við. Tí søgan um Mortan er ein av mongum. Søgan um Mortan minnir okkum sum samfelag á, at viðgerð til sálarsjúk ikki verður raðfest. Als ikki. Hvørki politiskt ella í okkara tilvitið. Havi hug at kalla raðfestingina politiska fávitsku

Eg gerist óður, særdur og keddur at síggja Mortan. Hann má fáa eitt starvsfólk í Fountainhúsinum at hjálpa sær at fáa eina tíð hjá einum Sálarlækna, tí hann vinnur ikki ígjøgnum skipanina sjálvur. Opið og erligt sigur hann, at hann vil lívið aftur; sigur tað sum tað er. Men hjálpin er bara ikki har hon eigur at verða. Hvat er hetta fyri nakað. Jú hetta er bæði ósømiligt og óvirðiligt í okkara ríka nútíðarsamfelag. Her er ikki orka til at taka sær av sálarsjúkum, og tað er ikki OK. Tað er langt ífrá at tað er virðiligt. Hetta er mannminkaandi.

Sjálvur eri eg so óheppin, at stríðast við sálarligar avbjóðingar, og eg kenni tey starvsfólk, sum arbeiða innan hetta øki í Heilsuverkinum. Og øll somul hava mína størstu virðing; bæði læknar, heilsurøktarfrøðingar og øll sum har starvast. Tey gera sítt ítarsta og ofta meir enn tað. Men politiska raðfestingin á hesum økinum er undir alt lágmark. Tí tey sum hava sálarligar avbjóðingar hava tørv á hjálp, og hjálpin skal verða nær og ikki fjar. Hon skal verða við hondina, líka so náttúrligt sum tað er at fara á skaðstovuna, tá tú hevur brotið ein fingur. 

Og østur. Ja eg eri østur. Tað er eitt dagligt stríð at liva við sálarsjúku, men hetta stríð kann vinnast. Og Mortan vil eisini meir enn fegin vinna hetta stríði. Ein av fyritreytunum er, um hjálpin er við hondina. Sjúka verður vunnin við hjálpandi hondum og hjálpandi orðum og kanska við heilivági afturat. Tí skal hjálpin altíð verða har, og fyri øll. 
Vit vóru nøkur, sum høvdu ein samtalubólk á psykiatriska deplinum. Tað var einaferð um vikuna, ein og ein hálvan tíma saman við 2 starvsfólkum. Ein hond av mongum, sum var við til at leiða okkum gjøgnum truplar dagar, og eitt amboð til at taka stríðið upp. Men hvat. Sjálvt hetta tilboð er dottið burtur! Slíkar niðurlagingar og avgerðir kunnu einans skyldast politiska fávitsku!

Sálarsjúk eru ikki líka sjónlig sum tey í hava likamligar sjúkur. Men tey skulu ikki verða ein skammblettur í samfelagnum, men vera ein av okkara egnu. Og tað skulu vit øll, og ikki minst politiska skipanin vísa í verki.

Hjá okkum øllum menniskju, kann lívið í sjálvum sær bjóða av. Men tá harast leikar á, er gott og neyðugt at hava onkran at heita á ella at hjálpa sær. Og mær rennur til hugs orðini hjá Bjørn Eidsvaag, EG SER:

Eg síggi tú vil geva upp 
Men eg kann ikki liva lívið fyri teg 
Tú mást liva títt lív 
men eg vil liva við tær

Tíðin er komin at vit liva við og saman við teimum, sum hava sálarligar avbjóðingar, og rætta teimum tað hjálpandi hondina tey hava uppiborið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum