Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjøldrini fækkast

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.03.2019 - 12:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Síðani áðrenn grækarismessu havi eg koyrt túrar út á Oyrar. Við hvørt eri eg farin úr bilinum at hyggja oman í fjørðina, men onki tjaldur havi eg sæð fyrr enn í morgun, tá tvey vóru at taka myndir av. 

Veit væl, at fólk úti á Oyri longu undan Grækarismessu høvdu sæð eitt ella tvey tjøldur, men sum sagt, so sá eg onki fyrr enn í morgun, hóast eg havi verið nógvar túrar har.

Í mong mong ár havi eg havt til frægd at koyra ein túr út á Oyrar, áðrenn Grækarismessu, at vita hvussu tíðliga tjøldrini koma og altíð havi eg fingið mynd av einum tjaldursflokki tað eg minnist. Men í ár var øðrvísi, ongin tjaldursflokkur, bert eydnaðist tað mær at síggja hesi bæði, langt eftir at tey eru komin til landið.

Harmiligt at tjøldrini fækkast, hvør orsøkin er vita vit kanska ikki, men kunnu bert gita um. Her á landi hava tey so ikki verið veidd mína tíð. Man flatmaðkurin hava gjørt av við matin hjá teimum, ella eru tað vetrarvistirnir, ið gera av við tey?

Svanurin

Oknin, ið vit hildu, lá eftir, tá stóra oknafylgið, sum var lent á Borðoyarvík í ódnini leikaði í her á okkara leiðum fyri stuttum, er farin víðari á síni leið til Íslands. Kanska var hann ikki partur av stóra fylginum, men hevur bara hvílt seg her nakrar dagar eftir at hava flogið higar í ódnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum