Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíggju ára gamalt met tikið

SKRIVAÐ: Elsebeth Vilhelm  |  31.03.2019 - 20:01 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Hetta vikuskiftið hevur Atlantic Open 2019 verið í Havn, og var hetta eisini síðsta úrtøkustevnan til Oyggjaleikirnar í summar.

Ægir luttók við 23 svimjarum, og megnaðu svimjararnir at vinna 18 av 38 kappingum. Eftir at kappingin er liðug, hava tríggir svimjarar hjá Ægir klárað kravtíðina til Oyggjaleikirnar. Signhild Joensen og Rókur Trygvason kláraðu kravtíðina tíðliga í kappingarárinum, meðan Rebekka Trygvadóttir kláraði kravtíðina fríggjakvøldið, á fyrstu kappingini á Atlantic Open 2019, tá ið hon svam 400 blandað við tíðini 5.03.07.

Sigast kann annars, at svimjararnir hava havt eina góða kapping, har teir hava sett fleiri persónlig met, og eisini er eitt nýtt føroyskt met sett á 50 metrum hjá monnum av einum Ægir svimjara. Rókur Trygvason svam teinin á 23.14 og tók gamla metið hjá Páli Joensen frá 2009, sum var 23.19.

 

Á heimasíðuni hjá http://livetiming.dk/index.php?cid=4533 eru øll úrslitini frá kappingini

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð