Lýsing
Lýsing

Størra helvtin av sambandinum skilur ikki støðuna

SKRIVAÐ: Eivind Jacobsen, Strendur  |  03.04.2019 - 09:09 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Havi valt at lata meg stilla upp, fyri at gera mítt til, at vit sleppa av við fiskivinnupolitikkin hjá sitandi samgongu

 

 

 

 

Fyri 23 árum síðan stillaði eg upp til kommunuval. Tað var bara ein orsøk og tað var at loysa ein ávísan trupulleika. Endamálið var ikki politiski sessurin, men at loysa ein trupulleika. Nú er støðan á leið tann sama.

Uppstillingin hesaferð kom óvart á. Eg bleiv spurdur av einum skemtingarsomum manni. Eg noyddist at spyrja ein annan, um hetta var meint í álvara. Jú tað hevði verið umrøtt.

Niðurstøðan aftaná sera stutta umhugsunartíð var, at fiskivinnunýskipanin er ávegis at koyra samfelagið konkurs og tí eigi eg at gera alt, sum eg kann fyri at hjálpa. Endamálið er tí at fáa so nógvar atkvøður í tann pottin, sum kann skipa eina samgongu og avmarka skaðan av fiskivinnunýskipanini. Endamálið er ikki ein Løgtingssessur men at loysa ein ávísan trupulleika, sum kann loysast umvegis Løgtingssess. 

Eg fari eg at royna mítt besta soleiðis at flokkurin og eg sjálvur fáa tær atkvøður sum krevjast.

Ein stórur trupulleiki er, at í Sambandsflokkinum tykist meirilutin ikki at skilja álvaran í støðuni. Fólk hava sjálvandi loyvi at hava ymiskar meiningar. Men fyrsta treytin fyri skilagóðari niðurstøðu er at útvega sær nøktandi upplýsingar til at taka støðu. Tað tykist verða galdandi at akademiskar niðurstøður verða gjørdar uttan á nakran hátt at gera brúk av upplýsingum sum eru til. At fara í samgongu við Javnaðarflokkin loysir ikki trupulleikarnar í fiskivinnuni og ei heldur aðrar av landsins trupulleikum.

Fólkaflokkurin dugir at selja boðskapin til tey rætttrúgvandi úti á bygd, men eg vóni, at eg kann hjálpa til at styrkja boðskapin hjá heidningamissiónini í høvuðsstaðnum. Harumframt kann eg ivaleyst fáa sambandsfólk at skilja at ein atkvøða til sambandsflokkin í fiskivinnumálum ger sama skaða, sum ein Tjóðveldis- ella Javnaðaratkvøða og tí eiga tey at velja Fólkaflokkin hesaferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ