Lýsing

ALS økir umsitingina, hóast arbeiðsloysið er metlágt!

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna  |  03.04.2019 - 14:26 Politikkur Tíðindaskriv

Arbeiðsloysið er metlágt í løtuni. Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í januar 2019 1,1%. Hetta er søguliga lágt. Tí undrar tað almikið, at lønarútreiðslurnar sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá ALS eru vaksnari við góðari hálvari mió. kr.

Í dag sita 35 starvsfólk, ið umsita 269 arbeiðsleys. Við øðrum orðum: hvørt starvsfólk umsitur gott og væl 8 arbeiðsleys! Tað, ið ger støðuna so undrunarsama er, at lønarútreiðslunar eru nærum trýfaldaðar, hóast arbeiðsloysið er lækkað úr 7% í 2011 til 1,1 % í 2019. Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15,4 mió kr. í 2017. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við meira enn 9 mió. kr. uppá fá ár. Arbeiðstakarin skal sambært lóg gjalda 1,25% av lønini inn í arbeiðsloysisskipanina.

Í løtuni tykist tað, sum hart vunnu pengarnir fara í umsiting, heldur enn til arbeiðstakaran. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um landsstýrimaðurin saman við ALS stýrinum hugdi at inngjaldinum og vaksandi lønarútreiðslunum, so at skipanin kemur Palleba og Marsjannu til góðar. 

 

 

Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Málninga­framsýningin 50 ár á baki
Óluva spyr um fiskivinnu í Norð­oyggjum
Gastronomiski kalenda­rin Heima Í Havn 20…
Vegurin til Elduvíkar
Atlantic Airways: Tungtvig­andi orsøkir l…
Menningar­kvotur­nar útlutaðar í dag
Brúdleyp - Sissal og Mathew
Nógvur fiskur hjá útróðrarbátunum
Øll gera mun
Góða eydnu og blíðan byr
Finn ber Merkið, meðan Elisabeth verður…
Fyrsta tapið í lands­kapping­ini á útivøll…
Argjabátu­rin smurdi Nevið Reyða av
Dugnasemi skal lønast og ikki revsast
KÍ spældi seg víđari
Opið bræv til nólsoyingar
Hóast Heilu- og Innlendis­mála­ráðið
Nýggjasti summar­lesnaðu­rin til børn og u…
Upptakt: TB-KÍ
Tvørpolitisk hugnaløta úti í Grøv