Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forkunnug konsert á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  03.04.2019 - 16:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Íslendska Karlakór Hreppamanna hevur konsert á í miðhøllini á Skúlatrøð saman við 17 sangarum.

Leygardagin  13. apríl kl. 15, hava vit møguleikar at fáa eina forkunnuga konsert við kenda íslendska manskórinum Karlakór Hreppamanna, sum varð sett á stovn í 1997. – Kórið telur 31 sangarar.

Kórleiðari er Guðmundur Óli Gunnarsson, og er hann ikki hvør sum helst. Hann hevur m.a. eisini stjórnað Norðuríslandska symfoniorkestrinum, hevur verið musikkleiðari í íslendsku opraini og eisini stjórnað symfoniorkestri Íslands. Hann er útbúgvin í Utrecht  í Hálandi og í Helsinki.

Við sær hevur kórið pianistin einar Einar Bjartur Egilsson.

Ísland er kent fyri síni framúr góðu manskór, sum m.a. hava hópin av uttanlandsferðum á baki - Karlakór Hreppamanna hevur millum annað vitjað í Bilbao, Rom, München, og í ár vitja teir so Føroyar. 

Teir fara at syngja íslendskar fosturlandssangir, har onkrir av sangunum serliga eru arrangeraðir í samband við Føroyaferðina. Eisini framføra teir mest kendu íslendsku manskórsangirnar.

 

17 Sangarar luttaka eisini

Umframt teirra egnu skrá hava teir ynskt at fáa 17 Sangarar úr Klaksvík at luttaka við nøkrum sangum á konsertini.

Kórið, 17 Sangarar varð stovnað í 1994 og hevur  sostatt 25 ár á baki. Kórleiðarin er framvegis Jógvan við Keldu og pianistur er Pætur við Keldu.

17 Sangarar  fara at syngja á norðurlendskum, grønlendskum, íslendskum og sjálvandi á føroyskum.

Spennandi verður at hoyra hesa áhugaverdu konsert, sum er ókeypis og verður í Miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin 13. apríl kl. 15.

Sunnudagin 14. apríl kl. 16 hevur Karlakór Hreppamanna konsert í Vesturkirkjuni í Tórshavn saman við Tórshavnar Manskóri.

 

Lýsing her.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…