Lýsing

Landsfelag Pensjónista: Yvirlýsing

SKRIVAÐ: Beate L. Samuelsen, forkvinna Landsfelag Pensjónista       |  04.04.2019 - 17:18 Politikkur Tíðindaskriv

Landsfelag Pensjónista vil við hesi yvirlýsing heita á landsmyndugleikarnar, at broyta fylgjandi viðurskifti:

 

1.    Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.

Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.

 

2.    Hækka grundupphæddina.

Skattafría grundupphæddin skal hækkast við 580 kr., so hon kemur upp á somu upphædd, sum hon var áðrenn 2016, tá  løgtingið lækkaði hana.

 

3.    Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000.

Tað skal kunna løna seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur.

  

4.    Fráfaringaraldurin skal burtur.

Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin,  ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

 

Samtykt á formansfundi 2. apríl 2019

 

                                                                                                                            

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gastronomiski kalenda­rin Heima Í Havn 20…
Vegurin til Elduvíkar
Atlantic Airways: Tungtvig­andi orsøkir l…
Menningar­kvotur­nar útlutaðar í dag
Brúdleyp - Sissal og Mathew
Nógvur fiskur hjá útróðrarbátunum
Øll gera mun
Góða eydnu og blíðan byr
Finn ber Merkið, meðan Elisabeth verður…
Fyrsta tapið í lands­kapping­ini á útivøll…
Argjabátu­rin smurdi Nevið Reyða av
Dugnasemi skal lønast og ikki revsast
KÍ spældi seg víđari
Opið bræv til nólsoyingar
Hóast Heilu- og Innlendis­mála­ráðið
Nýggjasti summar­lesnaðu­rin til børn og u…
Upptakt: TB-KÍ
Tvørpolitisk hugnaløta úti í Grøv
Millum blómur við Tvøroyarfjørð
28.000 skot og 329 dráp á Selatrað