Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugin fyri Biskupstorgi stendur við

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  05.04.2019 - 07:03 Myndarøð Tíðindi

Enn ein rundvísing hevur verið á Biskupstorgi í dag kl. 15 – 17, har eini 200 fólk hava verið og sæð hesar spennandi Íbúðirnar á tí ikki minni spennandi staði – mitt í miðbýnum í Klaksvík.

350 fólk hava skrivað seg upp til íbúð her - 100 hava takkað ja, nú brøv eru send út; men “bert” 30 sleppa inn.  Eingin av teimum áhugaðu hava sett spurnartekin við kostnaðin, helst tí góðska, innrætting og hugflog saman við staðseting fara framum kostnaðin.

Borgarstjóri, Jógvan Skorheim vildi eisini sleppa at síggja hvussu “grannar hansara koma at búgva”. Stundir vóru sjálvandi eisini at heilsa uppá, og kom ein dama ovurglað yvir til borgarstjóran og segði sannførandi: “Borgarstjórin lýgur ikki”!

Frágreiðingin var tann, at hon fyri meir enn einum mánaða síðani hevði ringt til borgarstjóran, tí hon vildi vita, nær hon kundi sleppa inn. Tað var ikki lætt at svara, tí tað ikki bert var borgarstjórin, sum hevði ávirkan á hesa dagseting.

“Men skal eg svara tær, sum eg eftir míni bestu sannføring kann”, segði borgarstjórin, “so verður tað helst seint í mars” – og so bleiv.

So til alla lukku vísti tað seg, at borgarstjórin hevði mett rætt. Og hetta var daman glað um, eins og hon var sera spent uppá at sleppa at innrætta seg í einum av teimum áhugaverdu íbúðunum.

Er hetta gongdin við so stórum eftirspurningi at fáa íbúð í miðbýnum í Klaksvík, verður helst neyðugt at byggja eina lon afturat, vóru ráðini, Andras Róin, stjóri á Bústaðir fekk, sum eisini var og vitjaði á Biskupstorgi í dag.

Eftir ætlan flyta tey fyrstu inn 1. mai 2019.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…