Lýsing
Lýsing

Tað skal gerast betur, nógv betur!

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins  |  05.04.2019 - 11:52 Politikkur Tíðindaskriv

Í 2009 , tá Poul Nyrup Rasmussen vendi heima aftur til Danmarkar, eftir at hava sitið í Europaparlamentinum í nøkur ár vildi hann vísa seg sum menniskja og pápi, og ikki sum politikari. 16 ár frammanundan misti hann sína einastu dóttir, sum ikki orkaði meira og ikki vildi meira. Hon var sálarsjúk og leið av Skizofreni. Og í máttloysi tók hon sítt egna lív. 
Hansara ynski var, at stovna ein felagskap, sum kundi verða við til at beina burtur fordómar og tabu í mun til tey sum eru sálarliga sárbar. Ein felagskap, sum skuldi skapa betri fatan av sálarligari sárbarheit og verða málgagn fyri tey. Og felagskapurin ”Psykisk Sårbar” sá dagsins ljós.

Vit hava Sinnisbata, sum er okkara felagskapur fyri sálarsjúk og tey sum eru avvarandi. Felagskapurin, sum varpar ljós á hetta evni, so um er við til at vit øll tora at taka hetta evnið í størri álvara. Ein rødd fyri tey, sum ikki megna at tala, og ein hond fyri tey har ongin hond er.

• Visti tú, at miðallivialdurin fyri álvarsliga sálarsjúk er 15-20 ár lægri enn fyri restina av íbúgvunum.

• Visti tú, at sannlíkindini fyri at taka sítt egna lív er 20 ferðir størri hjá sálarsjúkum enn hjá øðrum.

• Visti tú, at tað í Noregi eru 10 ferðir fleiri Sálarlæknar pr. íbúgva enn tað eru í Føroyum

Eg havi eina vón um, at vit um 10 ár kunnu hyggja hvønnannan í eyguni og siga, at sálarlig sárbarheit er náttúrlig, og er ein partur av okkum øllum. 
Tey sum eru sálarsjúk treingja eitt pláss til ró og umsorgan, og ikki minst serkøna hjálp at koma aftur til lívið. Hesir karmar er ikki nøktandi til staðar.

Vit hava Sinnisbata, vit hava Fountain húsið, og vit hava sjálvboðin sum gera eitt megnar arbeiði. Og vit hava eitt heilsuverk við megnar dugnaligum starvsfólkum. Men vit hava ongan politiskan vilja sum torir. Tølini tala fyri seg!

Fyrrverandi danski Forsætisráðharrin tordi; ikki bert at verða politikari, men eisini at verða eitt menniskja. Eg eri eisini bert eitt menniskja. Og eg tori væl at siga tað sum tað er. Júst sum tað er. Men eg vil eisini fegin verða røddin, sum talar at og sigur tað sum tað er. Ein klár rødd sum sigur: VIT SKULU GERA TAÐ BETUR. NÓGV BETUR!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ