Lýsing
Lýsing

Politiskt vilstur avhoppari

SKRIVAÐ: Eivin H. Jacobsen  |  05.04.2019 - 20:28 Lesarabrøv Politikkur

Eivind selt sína sál og er umvendur

Fyrr í vikuni boðaði Eivind Jacobsen av Strondum, at hann hevði konverterað til Fólkaflokkin. Orsøkin var fiskivinnupolitikkurin hjá Sambandsflokkinum.

Hann er við hesum politiskt í villareiði og hevur hervið selt sína sál til ein annan flokk og eina ráa politiska grundhugsjón.

Henda radikalisering og orsøkin til umvendingina virkar margháttlig og bílig. Sambandsflokkurin er jú ikki í nakrari samgongu, og hevur tí ikki á nakran hátt sett dagsskránna fyri førda fiskivinnupolitikkin. Og Magni Laksáfoss er eisini farin úr flokkinum fyri yvir einum ári síðani, um so er, at hann skuldi veri ein trupulleiki fyri Eivind í dag.

Stóri trupulleikin hjá Eivind av Strondum og orsøkin til radikaliseringina er sambært lesarabrævi við yvirskriftini “Størra helvtin av sambandinum skilur ikki støðuna”, dagfest 3. apríl 2019, henda:

Sitat frá lesarabrævinum: “Í Sambandsflokkinum tykist meirilutin ikki at skilja álvaran í støðuni.

Fólk hava sjálvandi loyvi at hava ymiskar meiningar. Men fyrsta treytin fyri skilagóðari niðurstøðu er at útvega sær nøktandi upplýsingar til at taka støðu. Tað tykist verða galdandi, at akademiskar niðurstøður verða gjørdar uttan á nakran hátt at gera brúk av upplýsingum sum eru til.

At fara í samgongu við Javnaðarflokkin loysir ikki trupulleikarnar í fiskivinnuni og ei heldur aðrar av landsins trupulleikum.” Sitat endar. (Tí er Eivind radikaliseraður).

Eivind torir ikki egnar meiningar

Sambandsflokkurin er tann einasti flokkur, sum hevur arbeitt og kann vísa á eitt upplegg til fiskivinnunýskipan, hetta kanst tú lesa á heimasíðuni hjá flokkinum: Sambandsflokkurin við slóðbrótandi uppskoti um fiskivinnunýskipan

Samdur ella ósamdur, so er tað meira enn nakar annar flokkur kann vísa á.

Tað er lættari hjá tær Eivind at fyrihalda teg til orðaskvaldur enn at seta nøkur sjónarmið á prent og argumentera fyri teimum - hvat hevur tú sjálvur at bjóða uppá, greið Føroya fólki frá tí, heldur enn at peika eftir og sparka til onnur.

Hví er Eivind flýggjaður úr Sambandsflokkinum?

Tað mest margháttliga er, at Eivind av Strondum var við í einum innanhýsis arbeiðsbólki hjá Sambandsflokkinum, sum varð við til at seta saman eitt uppskot um eina nýggja fiskivinnuskipan.

Tað er altíð lætt at peika eftir og sparka til onnur um, hvussu vánalig tey eru, men hvat við tær sjálvum? Tá tú nú bjóðar teg fram at leiða og stýra landinum, hvat hevur tú so sjálvur at bjóða uppá av politiskum hugskotum og málum at loysa - higartil havi eg ikki hoyrt um nakað yvirhøvur?

Tí rokni eg við, at Eivind greiður lesarunum og okkum sambandsveljarum frá, hvat tað er, sum vit ikki skilja. Og hvørjum skilagóðum og sakligum argumentum vit ikki lurta eftir.

Tað eigur eisini at vera áhugavert fyri fólkafloksveljarar at vita politiskt, hvar teir hava ein avhoppara sum Eivind.

Tú sigur, at ein samgonga við Javnaðarflokkin ikki loysir landsins trupulleikar. Tí rokni eg við, at tú í nøkrum punktum vísir á loysnir í fiskivinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum, og hvat verður broytt - greið frá tí. Hetta hevur flokkurin til dags dato, sum tú er konverterður ella umvendur til, ikki megnað. Hetta kann koma at hava týdning fyri samgongumøguleikar, um so skuldi verði.

Til seinast skrivar tú, at ein atkvøða til Sambandsflokkin er er ein atkvøða til Tjóðveldi ella Javnaðarflokkin. Tí fert tú at selja boðskapin... til rættrúgvandi úti á bygd og styrkja boðskapin hjá heidningamissiónini í høvuðsstaðnum. (Vorði sum skotsmál, hvar er seriøsiteturin?)

Orðatakið sigur: Sig ikki altíð sannleikan, men tosa altíð satt.

Við allari virðing fyri tær og arbeiðnum tú roynir at gera á R7, tú skal eisini hava smør á borðið - tað er kortini ikki altíð uttan treytir.

Tí freistist eg at spyrja, hví ert tú fallin so lágt?

Eivin H. Jacobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin