Lýsing
Lýsing

Áhugavert tiltak

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.04.2019 - 12:38 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 6. apríl var skipað fyri felags ítróttardegi. KÍ høllin var karmur um tiltakið, sum var fyriskipað frá kl. 11.00 til 14.00.

Tiltakið var ein liður í átakinum hjá ÍSF, sum hevur heitt á ítróttarfeløgini í Føroyum, um at hava opið hús hendan dagin.

Norðlýsið leitaði sær eisini inní KÍ høllina um 11.30 tíðina og um 13.30 tíðina. Hugaligt var at síggja hvussu var gjørt burturúr, og eldsálirnar í teim ymsu feløgunum vóru har. - Men tað tóktist ikki sum um at luttøkan var serliga stór. Tað var eitt sindur harmuligt at síggja, tí hetta var so avgjørt eitt sera áhugavert tiltak og eitt gott tilboð til børn og ung at kunna seg um ymsar møguleikar innan ítrótt or rørslu.

Men kanska høvdu fyrireikararnir valt skeivar klokkutíðir, beint um døgurðatíð ella møguliga vóru fleiri av teim ymsu ítróttarfeløgunum so mikið frami í skónum fyrr í vikuni, tá tey høvdu opið hús hvør í sínum lagi, at gassi var farið av balónini tá tað kom til leygardagin.

Men tey, ið møttu, fingu eina góða og hugnaliga løtu leygardagin í KÍ Høllini.

Niðanfyri nakrar myndir úr KÍ høllini, og frá gongutúri út á Oyrar við myndatólinum eftir vitjanina í høllini í góða veðrinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin