Lýsing
Lýsing
Lýsing

Handilshúsini úti í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.04.2019 - 13:01 Mentan Myndarøð Tíðindi

bjargaði undan niðurríving í 1974 nú er at koma longur fram

9. mai 1974 skrivar Óli Dahl, sum var blaðstjóri á Norðlýsinum tá, at røddir vóru frammi um at ríva gomlu handilshúsini niður.

Tað tykist sum um, at skiftandi kommunustýrir hava havt lítlan áhuga fyri okkara fornminnum. Í 1974 selur Klaksvíkar Býráð Handilshúsini úti í Klaksvík til Norðoya Fornminnasavn. sum skilst, so hevur ætlanin verið  hjá býráðnum at ríva handilshúsini niður.

Óli Dahl, blaðstjóri skrivar um Norðoya Fornminnissavn:

300.000 kr.

“Vit hava frætt, at felagið hevur keypt tey gomlu handilshúsini úti í Klaksvík frá Klaksvíkar Kommunu fyri 300.000 krónur. 150.000,- hevur tað almenna latið, harumframt 60.000,- til umvælingar, tak o.a.”

Vit fingu ikki fatur á formanninum, áðrenn blaðið fór til prentingar, men hvussu er og ikki, so er hetta eitt bragd; tí talan hevur verið um at taka tey niður”.

Ov lítið hent síðani

Tá tað kemur til at varðveita og sýna nýggjum ættarliðum tíðina sum farin er, hava vit her í Klaksvík verið sera vánalig at hildið fokus

Apotekið

Í Klaksvík hevur sera nógv vinnuvirkið gingið fyri seg, sum nú er søga og vit hava í veruleikanum onga framsýning, uttan tá vit sýna gamla apotekið fram og harafturat gomlu framsýningina á loftinum í handilshúsunum úti í Klaksvík.

Guanofabrikkin og annað

Tá tað kemur til fiskivinnu, at vísa fram útgerð og arbeiðshættir er nærum onki at síggja uttan í skrivaðum tilfari.

Hyggur ein í eitt nú bókina, sum Símun J. Hansen skrivaði um virkið hjá Kjølbro, so sæst guano fabrikkin, ísvirkið, bollafabrikkin við niðursjóðing av fugli og fiski og mangt mangt annað, ið virkið fekst við, bert spell at gamla smiðjan hjá Kjølbro á Bedingini brendi. Men enn stendur timbursmiðjan uppi.

Minni enn so er bara kjølbrofyritøkan verd at minnast aftur á.

Seglvirkið

Seglhúsið hjá seglhúsmonnunum stendur uppi enn. Taka vit ikki hond um tað, nú tað byrjar at vera langt ímillum selgmakararnar, so fer eisini hetta í søguna, uttan at vit visuelt kunnu vísa eftirkomarum okkara, hvussu hendan vinnan búleikaðist her í økinum.

Smiðjurnar

Samsonar smiðja, Stóra beding, Lítla Beding, Ídni og fleiri aðrar smiðjur hava verið her og í bygdunum í kommununi, men í Klaksvík hava vit onga framsýning, ið  ítøkiliga kann vísa á essur jarnsmiðing, motorumvælingar og annað, sum kann tendra áhugan hjá teim ungu.

Motorar norður í Sund

Bedingsbygningurin er farin, men Ídni er enn í kommunuregi. Men sum skilst, so er ætlanin eisini her við at líkjast ætlanunum um niðurríving av Handilshúsunum úti í Klaksvík á sinni.

Vit áttu heldur at gjørt hesi hølini í stand aftur, og brúkt tey til framsýning eitt nú av motorunum, sum ein maður í Klaksvík restaureraði, men sum máttu sendast norður í Sund til røkingar, tí okkara Fornminnissavn, ið fekk teir í varðveitslu ikki hevði orku at røkja teir.

Teknisku tólini

Privatmaður hevur eisini júst havt framsýning av sera áhugaverdum tekniskum tólum, sum hann hevur savnað. Framsýningin var á Torradøgunum í Smæruni. Maðurin er komin til tað niðurstøðu, at hann er komin so mikið til árs, at hann er noyddur at sleppa sær av við savnið, so helst verða forvitnisligu apparatini stroytt í allar ættir ella forkomin.

Sendarar og móttakarar

Stór nøgd av tekniskum tólum frá okkara fiskiflota eru eisini savnað, men hava í dag onki nøktandi pláss at verða varðveitt í, tíansheldur til at verða framsýnd í. Í millum hesi eru tólini frá gamla Sjómansskjúlanum.

Prentsmiðjan

Kanska koyri eg ov nógv á báli, men kann ikki lata vera við eisini at nevna, at elsta prentmaskinan í Klaksvík, og kanska í Føroyum, stendur saman við lítlari blíggjprentsmiðju, ið saktans kundi verið sett upp í eitt nú Ídni, saman við øllum hurlivasanum eg her havi nevnt.

Ikki ráð at mála

Og so til seinast. Vælsignaðir broyti ætlaninar um at leggja Nónhamar heimi við Biskupstorg. Latið okkum heldur útbyggja úti í Klaksvík, soleiðis at Nónhamar kemur at liggja í fiskivinnu- og skipavøggu okkara. Økið omanfyri og niðanfyri Handilshúsini áttu vit at lagt við “brosten”, soleiðis at ferðslan kann “krúpa” fram við har. Um kjallarin í Handilshúsunum er vátur, so er at grava upp omanfyri, steinseta ella leggja opið, so at vit kanska kundu fingið eina fiskarestaurant í kjallaranum har, eitt nú til øll ferðafólkini, ið fara at koma til Klaksvíkar at hyggja eftir søgu okkara umborð á Nónhamri, í Ídni og í okkara ótrúligu Handilshúsum, sum Fornminnasavnið ikki hevur til bara at mála uttan.

 


 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…