Lýsing
Lýsing

Spara landinum milliónir og fáa nóg illa at liva fyri

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  08.04.2019 - 08:23 Politikkur Tíðindaskriv

At ansa óhjálpnum eldri fólki við hús, kann vera fulltíðarstarv. Virðið av arbeiðinum er milliónir. Men nettolønin er undir 100.000. Tað er ikki sømiligt

Vit eru ymisk á máli um, hvussu langt vælferðarsamfelagið skal røkka.

Men eitt eru vit samd um: Tey gomlu, tey sjúku og tey veiku skulu hava ta hjálp, teimum tørvar.

Tað kann tykjast kyniskt at seta tøl á, hvat ein viðgerð ella ein røkt kosta. Men tí slepst ikki undan. Tí tað er stundum dýrt - og vit mugu skipa okkum soleiðis, at vit hava ráð at hjálpa so nógvum so væl, sum til ber.

Ein tann dýrasta loysnin tá tað snýr seg um røkt, er at púra óhjálpin fólk eru í sínum egnu húsum, og fáa almenna hjálp uttanífrá. Tá kann prísurin gerast millum tvær og tríggjar milliónir um árið fyri hvørt fólk. Ein fittur partur kemur inn aftur í almenna kassan sum skattur - men upphæddin er stór fyri tað.

Eru eingir aðrir møguleikar, mugu vit rinda hetta. Tað er tað tíbetur eingin, ið setur spurnartekin við.

Men í summum førum velja avvarðandi sjálv at veita hesum fólkum ta umsorgan og hjálp, tey hava tørv á. Tað er ofta fulltíðarstarv, og tað merkir, at hesi fólk í teimum førum mugu siga alt annað frá sær. Tey missa sostatt sína inntøku og stóran part av sínum sosiala lívi.

Men tey gera, at betri rúm er í almennu skipanini. Onkur annar kann fáa tey tað almenna stovnsplássið, sum tey ynskja sær. Onkur annar kann fáa ta røkt og ta viðgerð heima, sum tey hava tørv á.

Tey, sum velja at ansa óhjálpnum heima, taka sostatt eina byrðu av herðunum hjá tí almenna.

 

Stórur munur

Men tað er sera ymiskt, hvat fólk fáa fyri hetta.

Er talan um børn við breki, er støðan munandi bøtt farnu árini. Ein kvinna hevur sagt mær, at tey valdu at taka sær av sínum fjølbrekaða barni heima. Einum barni, sum krevur uppmerksemi 24 tímar um dagin. "Tá eg líti aftur á ta tíðina skilji eg ikki, hvussu vit kláraðu tað", sigur hon um tey fyrstu mongu árini.

Men síðani er skipanin munandi bøtt, og sama kvinna er væl nøgd í dag. Vaksna barn hennara fær nú fyritíðarpensión, stuðul uttanífrá 30 tímar um vikuna, eins og foreldrini fáa 5000 krónur í røktarviðbót fyri at taka sær av barninum hinar 138 tímarnar av vikuni.

Henda samansetta skipan ger, at foreldrini fáa dagin at hanga saman.

Sum skilst kunnu tey, ið velja at røkja uppgávuna fulla tíð, fáa upp til 25.000 krónur um mánaðin.

Við nýggju vælferðarlógini, sum Eyðgunn Samuelsen hevur lagt fram, verður skipanin á hesum øki víðkað soleiðis, at hon eisini fevnir um seinheilaskadd og doyggjandi undir 67 ár.

 

Stórur munur

Her eru sostatt stór framstig gjørd farnu árini - og framvegis er tað nógv bíligari fyri landskassan, at hesi fólk verða ansað av sínum avvarðandi, enn um tað almenna átti uppgávuna einsamalt.

Men tey, sum ansa óhjálpnum eldri fólki heima, eru munandi verri fyri.

Eg kenni ein, sum hevur greitt mær frá síni støðu.

Hann tekur sær av mammu síni við hús. Hóast hann fær vitjan frá heimahjálp hvønn dag til serstakar uppgávur, bindur henda uppgáva hann 24 tímar um dagin. Hann kann tí einki annað arbeiði hava.

Fyri hetta fær viðkomandi eina "ansingarløn", sum er undir 11.000 krónur um mánaðin. Tá skattur er rindaður, eru einar 7.500 krónur eftir.

Tað merkir, at hesin persónur, netto, fær minni enn 100.000 krónur um árið. Ella nógv minni enn eitt stovnspláss kostar - og yvir tvær millónir minni enn tað í summum førum kostar, tá tað almenna tekur sær av fólki, sum eru við hús.

Hann fær eisini nógv minni hjálp enn tey fáa, sum ansa óhjálpnum børnum heima.

 

Betur uppiborið

Hesin munur millum tey, sum ansa børnum heima og tey, sum ansa eldri heima, er ikki bara órímiligur. Hann er eisini dømi um, hvussu fløkta vit gjørdu okkara umsiting, tá vit løgdu eldraøkið út til kommunurnar.

Tí tær ábøtur, sum við vælferðarlógini nú verða gjørdar á øllum hesum øki, fevna ikki um tey, sum ansa eldri heima. Tey koma undir eldralógina - og hon hoyrir undir kommunurnar.

Øll tey, sum siga arbeiði heilt ella lutvíst frá sær fyri at ansa óhjálpnum heima, gera nakað fyrimyndarligt fyri síni nærmastu. Tey gera eisini nakað sera gott fyri okkum onnur, tí gjørdu tey tað ikki, høvdu vit gjøgnum skattin skulað rinda nógv, nógv meira fyri uppgávuna.  

Sum er fáa summi av hesum so lítla samsýning, at tey akkurát klára sínar skyldur.

Tey hava uppiborið betur. Og vit onnur kunnu ikki vera tað bekent.

Nú landið er í ferð við at dagføra sína vælferðarlóg, átti kommunurnar eisini at tikið hetta upp. Tað er ikki rætt, at fólk, sum eru í næstan somu støðu, hava heilt ymiskar treytir alt eftir, hvørjum almennum kassa tey eru tengd at.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ