Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bindifestivalurin fagnar handverki sum mentan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.04.2019 - 10:03 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Tað, sum áður var roknað sum handverk, er nú bæði handverk og mentan, og tað rætta hevði helst verið at roknað tað sum bæði frá byrjan av. Men tíðir broytast, og mørk flyta seg. Tað at binda er ikki bara nakað, sum verður gjørt í einingi ella í smáum “klubbum”, men er ment til at vera mentanartiltak.

Dagarnar 11. til 13. apríl verður bindifestivalur aftur í Fuglafirði, og at hann er í vøkstri og menning sæst av, at heitið er týtt til bæði danskt, enskt og íslendskt. Á plakatini stendur strikkefestival, knitting festival og prjóna hátíð. Ein greið ábending um, at binding ikki longur bert er innanfyri siðbundnu karmarnar, men vil flyta mørk.

Nógv hevur verið sagt um bindiklubbarnar, og ein vanlig frágreiðingin hevur verið, at teir vóru kvinnuliga mótstykkið til ølklubbarnar. Tá ølklubbarnir komu miðskeiðis í 20. øld, so kundu einans menn gerast limir. Kvinnur sluppu gamaní inn, men einans sum gestir hjá limum; tær kundu ikki gerast limir sjálvar. Og tað hevur eisini til allar tíðir verið sosialt góðtikið, at bindiklubbarnir eru fyri kvinnur.

Í hesum javnstøðutíðum, har ølklubbarnir eru farnir í søguna (bert 2-3 undantøk hava hórað undan), og væntað verður at javnstøða er í øllum lutum, so hevur spurningurin verið frammi, um rúm er fyri bindiklubbum longur. Hetta er skeivur spurningur at seta. Vit eiga heldur at spyrja, um ikki menn eiga at koma inn í kampin og fara uppí bindiklubbar ella stovna sínar egnu.

Fara við 300-400 ár aftur í tíðina, so bundu menn meira enn kvinnur. Tað var eitt mannfólkastarv. Tað var ikki fyrrenn seinni, tá arbeiðið burturi frá heiminum tók yvirhond, at kvinnurnar yvirtóku meginpartin av bindingini. So søguliga er tað at binda ikki feminint burturav.

Allir afturlatnir bólkar uppliva, at mytur verða skaptar um teir. Ein tílík myta er, at bindiklubbar eru grúgvur fyri slatur. At slatrikellingar hittast fyri at bera nýggjasta slaturin, og ikki fýra fyri at bakbíta ta einu kvinnuna í klubbanum, sum ikki fekk møtt tað kvøldið. Og aloftast skuldu tað verið slatur undir beltið, ið varð framborin. Um ótrúskap fyrst og fremst.

Seriøs gransking av bindiklubbunum, sum m.a. Annika Skaalum hevur framt, vísir, at hetta er fjart frá veruleikanum. Í bindiklubbum verður ikki slatrað meira enn aðrastaðni, men í staðin umrøða klubbarnir tíðindi og limirnir koma hvørjum øðrum við. Ein innovatión í bindiklubbarnar er tann kulinariska, nevniliga at verturin fyri klubbanum býður eina máltíð, og so skiftast tær um at royna uppskriftir á tann hátt – áðrenn, undir ella aftaná at farið verður í holt við stokkarnar og tógvið.

Í viðtali við Norðlýsið í fjør segði Annika Skaalum millum annað: “Í bindiklubbum verður tosað um gerandislív - alt eftir hvar í lívinum ein er staddur - tannáringar tosa um tannáringaspurningar, ungar mammur um børn og gerandisdagin, góð hugskot og upplivingar, sum kunnu gera lívið lættari. Sum luttakararnir eldast, broytist tosið samsvarandi - bindiklubbar kunnu gerast sera gamlir og halda fram á ellisheimum.”

Tað er heldur ikki bara í klubbum, at bundið verður. Sera ofta síggjast kvinnur (men ongantíð menn) í almenna rúminum sita við stokkum. Tað verður seg í skúlaflokkum, til fyrilestrar, ja, enntá í Tingsalinum síggjast kvinnur við stokkunum frammi til tíðir. Onkrum dámar tað ikki og hevur hug at samanbera tað við fartelefonnýtslu, men onnur halda at tað ikki órógvar.

Hvussu er og ikki, so verður bindingin høvuðsevnið á fagnaðinum í Fuglafirði dagarnar 11.-13. apríl. Og hetta er eitt kærkomið høvi til at víðka sín horisont og at fáa punkterað nakrar fordómar. Ella bert at fagnast saman við teimum mongu smílandi og bindandi luttakarunum. 

 

Skráin sæst niðanfyri:

 

Bindifestivalurin 2019 A5 b... by on Scribd

Lýsing
Seinastu tíðindini
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus