Lýsing
Lýsing

Varaborgarstjórin í Runavík stillar upp fyri Sjálvstýri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.04.2019 - 11:04 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Sjálvstýri boðar í dag frá, at Terje Beinir Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, verður valevni til komandi løgtingsval. Terje er 46 ár, búsitandi í Saltangará, er giftur við Birnu og eiga tey 3 børn saman.

-       Vit skulu hava ein sjálvberðandi búskapi, so vit kunnu fullføra dreymin um frælsu Tjóðina Føroyar. Grundarlagið undir okkara samfelag skal grundast á fedrana arv, kristnu siðalæruna har trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi verður vart, og har øll, sum velja Føroyska samfelagið, skulu hava tað gott, sigur Terje B. Vestergaard.
 
-       Tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, at vit knýta oyggjarnar meiri og meiri saman. Tí hevði tað alstóran týdningin, at Sjálvstýri, við Kára P. Højgaard á odda, setti skjøtil á Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. Hesar íløgur fara at broyta alt samfelagið, og gevur okkum øllum nýggjar møguleikar at virka og liva, sigur Terje B. Vestergaard.
 
Við Terja á liðnum, fáa vit eitt sterkt umboð á listan í Eysturoy. Terje hevur, sum býráðspolitikkari í 7 ár, víst hegni og vilja til politiskt arbeið, sum avgjørt stuðlar undir arbeiðið, sum stendur fyri framman, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.
 
Terje ætlar í valstríðnum m.a. at seta sjóneykuna á at skumpa undir grønu umskiftingina, at veita verandi og nýggjari vinnu betri kor, og at ábyrgdarbýtið millum land og kommunur má gerast greiðari.
 
Eisini ynskir Terje at viðvirka til broyttan politiskan hugburð, har politiska skipanin í størri mun gerst før fyri at gera semjur tvørtur um miðjuna.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ