Lýsing
Lýsing

Sjófólk, Útisiglarir og Arbeiðsfólk í útlondum

SKRIVAÐ: Jens Heri Bolstad Mortensen  |  10.04.2019 - 14:45 Politikkur Tíðindi

Vit eru í dag fleiri hundrað fólk sum arbeiða umborð á útlendskum skipum ella í útlondum. Føroyingar hava altíð arbeitt uttanlanda; Útróður í Grønlandi, til lands í Íslandi, við norskum fiskiskipum og donskum handilsskipum, i oljuvinnuni o.s.fr. Í minst eina øld hava hesi, kvinnur og menn, havt stóran týdning fyri føroyska húsarhaldið og okkara búðskap eins og ein víðkan av føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tað hevur tíðanverri verið soleiðis seinastu tíðina at nógv av hesum fólkunum eru komin í trupulleikar av lógartulkingum viðvíkjandi eftirløn og sosialari trygd. Nógv orka fer til trætumál millum tey og almennar stovnar og ráð, m.a. Taks og Heilsumálaráðið. Føroyar hava verið partur av norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd síðan 2004.
 
Luttøka í hesum samstarvinum treytar at lóggávan í einstaka landinum verður tillagað treytirnar í sáttmálanum. Men hesa ábyrgd hava føroyskir politikarar ikki tikið á seg og tað hevur ført til stórar ósemjur millum borgarar, sum eru umfataðir av sosialum skipanum í útlondum, og føroyskar myndugleikar, sum ikki hava greiðar reglur at arbeiða eftir.
 
Ósemjurnar, sum standast av ógreiðu reglunum, eru sera kostnaðarmiklar bæði fyri einstaklingar og myndugleikar. Harafturat hevur rættartrygdin hjá hesum borgarum verið fyri stórum avbjóðingum.
Tað kann ikki vera rætt, at tann einstaki borgarin skal liggja í sak mótvegis tí almenna í áravís, bert tí at okkara politiska skipan ikki fær upp í lag at gera reglur, sum luttøkan í norðurlendska samstarvinum áleggur okkum.
Tá man er partur av einum samstarvi, kann man ikki bara njóta ágóðan. Man má eisini átaka sær tær skyldurnar, sum fylgja við. Sum nú er eru nógv fólk, sum bara ganga og bíða og ikki vita síni livandi ráð.
Tað letur til at myndugleikarnir, m.a. Heilsu og innlendismálaráðið, bara royna at draga viðgerðina so langt út, at fólk troyttast og harvið bara lata hetta fara aftur við borðinum.
Tá eg verði valdur á løgting, vil eg arbeiða miðvíst fyri at fáa loyst hesar trupulleikarnar, og teir skulu loysast skjótt, tí tað sum gongur fyri seg nú, er ikki virðiligt fyri nakran av pørtunum.
 
At enda, kann eg nevna, at eg fari sjálvandi at verja okkara sjófólk, ið sigla undir DIS skipanini.
Tey skulu ikki áleggjast nakran persónligan eyka skatt.
Um nakað skal broytast skal tað sjálvandi ikki ávirka tann einstaka sjómannin.
 
Jens Heri Bolstad Mortensen
 
Valevni fyri Sjálvstýri pt i Brasilien

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ