Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úr vetrardvala - aftur boð úr Skúvadali

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.04.2019 - 16:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár vóru vit báðir Árni Elttør ein túr í Skúvadali. Um vikuskiftið hevur verið nógv virksemi har, har ruddað hevur verið og planlegging fyri komandi vikuskiftini er gjørd.

Árni Skaale, forstjóri í Skúvadali sigur, at 4. mai klokkan 08.00 verður farið av Núpi til gongu í Skúvadal í arbeiðisørindum. Øll við áhuga fyri tiltakinum eru meira enn vælkomin at taka hond í. Har skal bæði arbeiðast inni og úti. Arbeiðið, sum skal gerast inni er fyri tað mesta at sápa timburið liðugt. Úti er at gera gøtuna til tyrlupallin liðna, ein umleið 40 metrar langur kápul skal gravast niður. Túnið skal gerast liðugt. Um so er at menn tá eru lidnir við motorhúsið, so skal tað gerast tætt og flagast.

Vit vóna at undirtøkan verður góð, og fleiri, bæði menn og kvinnur koma eystur, tí verður eisini neyðugt at onkur meldar seg til sum kokk, hendan dagin, tí sjálvandi skal hópurin hava at eta.

Niðri á sniðinum stendur eisini eitt arbeiði fyri, har skal brekkast, so sniðið verður betri gongt og pelar og kanska hondlisti skal setast upp har.

Jú, nógv er at taka hond í. Hevur tú hug at meldað teg til at gera hesa perluna í Skúvadali so hugnaliga sum gjørligt til okkum øll, ið hava hug at ganga ein túr í náttúruni, og ikki minst fyri skótarnar, so meldað til hjá Árna Skaale á tlf7581.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda