Lýsing
Lýsing

Forkunnug konsert á Skúlatrøð í dag kl. 15.00

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  13.04.2019 - 13:54 Mentan Tíðindi

Íslendska Karlakór Hreppamanna hevur konsert á í miðhøllini á Skúlatrøð saman við 17 sangarum.

Í morgin, leygardagin  13. apríl kl. 15, hava vit møguleikar at fáa eina forkunnuga konsert við kenda íslendska manskórinum Karlakór Hreppamanna, sum varð sett á stovn í 1997. – Kórið telur 31 sangarar.

Kórleiðari er Guðmundur Óli Gunnarsson, og er hann ikki hvør sum helst. Hann hevur m.a. eisini stjórnað Norðuríslandska symfoniorkestrinum, hevur verið musikkleiðari í íslendsku opraini og eisini stjórnað symfoniorkestri Íslands. Hann er útbúgvin í Utrecht  í Hálandi og í Helsinki.

Við sær hevur kórið pianistin Einar Bjartur Egilsson.

Ísland er kent fyri síni framúr góðu manskór, sum m.a. hava hópin av uttanlandsferðum á baki - Karlakór Hreppamanna hevur millum annað vitjað í Bilbao, Rom, München, og í ár vitja teir so Føroyar. 

Teir fara at syngja íslendskar fosturlandssangir, har onkrir av sangunum serliga eru arrangeraðir í samband við Føroyaferðina. Eisini framføra teir mest kendu íslendsku manskórsangirnar.

 

17 Sangarar luttaka eisini

Umframt teirra egnu skrá hava teir ynskt at fáa 17 Sangarar úr Klaksvík at luttaka við nøkrum sangum á konsertini.

Kórið, 17 Sangarar varð stovnað í 1994 og hevur  sostatt 25 ár á baki. Kórleiðarin er framvegis Jógvan við Keldu og pianistur er Pætur við Keldu.

17  Sangarar  fara at syngja á norðurlendskum, grønlendskum, íslendskum og sjálvandi á føroyskum.

Spennandi verður at hoyra hesa áhugaverdu konsert, sum er ókeypis og verður í Miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin 13. apríl kl. 15.

Sunnudagin 14. apríl kl. 16 hevur Karlakór Hreppamanna konsert í Vesturkirkjuni í Tórshavn saman við Tórshavnar Manskóri, sum Bjarni Restorff stjórnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ