Lýsing
Lýsing

Fiskimálaráðið givið undantaksloyvi at halda áfram at veiða svartjaft á “… ikki handilsligum grundarlag....”?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.04.2019 - 12:40 Politikkur Tíðindi Vinna

Manadagin sendi Fiskimálaráði aftur eitt undantaksloyvi til samtak í Miðvági, sum loyvir menningarkvotu ið ætlanin var at arbeiða/virka/menna í Miðvági, at verða frysta umborð á skipið og pakka á virkinum í Miðvági ella selt til Havsbrún og onnur virki í landinum, árið út.

(RED: Fiskimálaráðið dámar ikki orðið "undantaksloyvi" men brúkar orðingina "tillagingar").

 

Mánadagin, tann 8. apríl 2019, skriva fiskimálaráðið í brævið til P/F Kinnfelli:

… Tann 2. apríl 2019 var fundur í Fiskimálaráðnum um kvotuna av svartkjafti, ið eftir er at veiða í 2019, sbr. viðløgdu fundarfrásøgn. Sambært uppgerð frá Vørn seint í mars 2019 eru 6.738 tons eftir av kvotuni. Funduri varð hildin eftir umbøn frá P/F Kinfelli og P/F Snarfrost…..

 

Upprunaliga ætlanin nógv broytt

Í skrivinum, sum Fiskimálaráði sendi til P/F Kinnfelli mánadagin sæst at upprunaliga menningarætlanin, sum menningarnevndin og Fiskimálaráðið góðu sína tilsókn til fyri umleið einum árið síðan, ikki eru komar serliga langt og møguliga eru partvíst sleptar ella í øllum føri útsettar.

Nú eitt ár er fráliði síðan P/F Kinfelli og P/F Snarfrost í Miðvági fingu tilsøgn um menningarkvotu, staðfestir Fiskimálaráðið tann 8. apríl 2019:

… Samanumtikið er ætlanin hendan:

P/F Kinfelli hevur ætlanir um at skipa fiskiskap og framleiðslu innan tvey øki:

Svartkjaftur verður goymdur í serstakari køling á skipinum og latin virkinum í Miðvági til frystingar og pakkingar.
Svartkjaftur, ið ikki kann skipast eftir leisti 1) verður latin til eitt av teimum størru virkinum, til dømis Havsbrún í Fuglafirði.

Nøgdin av kvotuni, í verður viðgjørd av virkinum í Miðvági, verður, sambært upplýsing frá feløgunum, lítil í lutfalli ta fyrstu tíðina, men verður tó byrjanin til ítøkiliga menning innan ætlanina…….

 

LES MEIRA um fundin millum aðalstjóran í fiskimálaráðnum og stjóran og nevndarformannin í P/F Kinfelli og P/F Snarfrost í seinastu viku HER


Í upprunaligu tilsóknini til P/F Kinfelli (táverandi P/F Skipini undir stovnan) sum var útskivað fráa Fiskimálaráðnum fyri einum góðum árið síðan, tann 28. mai 2018, stendur soleiðis at lesa um treyturnar fyri menningarkvotuni:

… at verkætlan tygara fær tillutað niðanfyristandandi kvotur er treyta av, at:

- Skjalprógv um eginpening og skipakeyp fyriliggur.
- Ein íløgu-, fíggjar- og rækstrarætlan eigur at fyriliggja fyri samtaki P/F Skip (undir stovnan) og P/F Snarfrost (undir stovnan)……

…. tann tillutaða kvotan skal tillutast innanfyri verkætlanina. Í tann mun kvotan ikki kann gagnnýtast innan fyri verkætlanina, skulu tit boða Fiskimálaráðnum frá hesum innan 3. september 2018……

 

Í viðmerking til lóg um “Umsiting av sjófeingi”, stendur m.a.:

…. Orðingin ”ogn Føroya fólks” førir ikki við sær, at allir borgarar landsins kunnu krevja sín part av tilfeinginum og krevja sín rætt til at gera nýtslu av hesum tilfeingi, men inniber, at gagnnýtslan skal tæna áhugamálunum hjá fjøldini…..

….At luta út og býta veiðirættindi verður ikki gjørt fyri at tryggja tey, ið fáa loyvini …..

…. Nýtt í hesum uppskotinum er, at upp til sjey prosent av ávísum veiðirættindum, Føroyar ráða yvir, kunnu setast av til at brúka til vinnuligar menningarætlanir í ávísum økjum í landinum. Endamálið er at kunna stuðla undir virðisøking av sjófeingi í økjum í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað og arbeiðsloysið stórt, sammett við onnur øki, og har t.d. fólkatalið er støðugt minkandi. Mannagongdin verður, at landsstýrismaðurin alment lýsir eftir umsóknum um at fáa lut í hesum veiðirættindum. Tá lýst verður eftir umsóknum, skal greitt tilskilast, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa lut í rættindunum. Dentur skal leggjast á, at kvota bert verður latin til átøk og verkætlanir, ið eru við til at stuðla undir vinnuliga menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í økinum……

Hóast baði omanfyrinevndu brot úr viðmerkingum til LÓG UM UMSITING AV SJÓFEINGI og treytirnar í upprunaligu tilsóknini, greitt tilskilað at tað er uppgávan hjá loyvishavaranum at tryggja verkætlanina fíggjarliga. Og at luta út og býta veiðirættindi ikki verður gjørt fyri at tryggja tey, ið fáa loyvini, so er rættuliga ivasamt um tað ikki er júst hetta, sum Fiskimálaráðið ger, tá ráðið í skrivið tann 22. november 2018 fyri fyrstuferð gevur privatu feløgunum í Miðvági loyvi at víkja frá góðkendu menningarætlanini.

….. Viðvíkjandi svartkjaftinum…..verður hervið loyvt, at svartkjafturin kann landast til onnur øki í landinum…. Hetta grundað á atlitið til at sleppa undan, at virið fara fyri skeyti….

… harafturat hava onnur líknandi loyvi verið givið til at landa svartkjaft í øðrum økjum, har tað ikki letur seg gera at landa menningarkvotu til tess at tryggja raksturin ta fyrstu tíðina.

 

Geva loyvi til vinnuligt virksemið á “Ikki handilsligum grundarlagið”?

Fiskimálaráðið sigur í brævið, sum varð skrivað mánadagin, at vinnuligu fyritøkurnar í Miðvági kunnu halda fram við at veiða svartkjaft eftir leistinum, sum lýstur er omanfyri alt 2019. Tvs. at loyvt verður frysta menningartilfeingi umborð og pakka á virkinum ella/og landa til Havsbrún ella onnur virkir. Hetta er júst tað sama sum flestu skip og virkir hava gjørt við uppisjóvartilfeingið seinastu árini, og tí er sera trupult at fáa eyga á nýhugsan ellan virðismenning í hesum sambandi.

Niðast á síðu 2 í undantaksloyvinum skrivar Fiskimálaráðið tó eina áminning:

….Miðast má eftir, at ætlanin longu í 2019 flytur seg frá royndarstøði og ímóti framleiðslu , ið byggir á handisligt grundarlag…….

Hóast staðfest verður at bert lítil partur av samlaðu svartkjafta-menningarkvotuni, sum er tillutað samtakinum í Miðvági, verður virka í menningarøkinum sambært menningarætlanini, sleppa vinnifyritøkurnar í Miðvági at varðveita menningartilfeingi.

Sí brævið sum er skrivað í Fiskimálaráðnum mánadagin pdf

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…