Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Listafelag - kunningarskriv og aðalfundur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.04.2019 - 13:05 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Norðoya Listafelag vil við hesum kunna limir felagsins um mál, ið nevndin arbeiðir  við.

Eftir síðsta aðalfund skipaði nevndin seg soleiðis: Dávur Winther, formaður, Jórun Høgnesen næstformaður, Heri Ellingsgaard, kassameistari, Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, skrivari og Archibald Black, nevndarlimur.

Nevndin hevur viðgjørt ymiskt, ið varð umrøtt á aðalfundinum, t.d. viðv. skráseting og virðismeting av verkum felagsins.

Tíverri hevur vatnflóð aftur verið í posthúskjallaranum har flestu verk hjá listafelagnum standa. Tíbetur var eingin stórvegis skaði.

Í hesum sambandi hava vit eisini kannað møguleikarnir at finna nýggj “fyribils” goymsluhølir til listafelagið. Ætlanin er so at flyta aftur í hølini á posthúsinum tá hetta er vorðið til tað mentanarhús vit bíða eftir. Sjálvandi skulu vit tryggja okkum at kjallarin, til ta tíð, er bæði tryggur og nøktandi.

Nevndin hevur tosa um umvælingar av verkum hjá Elinborg Lútzen, sum felagið eigur. Vit samstarva eisini við Listasavn Føroya um hettar, og kannað onkrar møguleikar. Slíkt arbeiði er kostnaðarmikið og endalig avgerð er ikki tikin enn.

Arbeiðið at fyrireika Summarlist 2019 er byrjað.

Vit hava avtala við Rotary, at teir aftur í ár skipa fyri afturvendandi Norðoyastevnuframsýningini.

Elinborg Lútzen, listakvinna og Jógvan Waagstein, listamaður, fylla bæði runt í ár. Nevndin kannar á hvønn hátt Norðoya Listafelag skal hátíðarhalda hesi listarfólk.

Aðalfundurin verður tann 9. Mei, kl. 19:00 í Biskupstøðgarðinum. Limagjaldið kr. 150,00, kann flytast á konto 9865 495 442 9 í Norðoya Sparikassa.

 

Vinaliga,

 

Nevndin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar