Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jacqson er komið fyri at vera

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.04.2019 - 16:44 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyri skjótt fimm árum síðani lótu tey bæði, Jacqeline Gardar og Lindi Gardar, móður og sonur upp caféina Jaqson í miðbýnum í Klaksvík.

Norðlýsið var inni á gólvinum  hjá teimum báðum har vit fingu eitt hugnaligt prát um gongdina og um hvussu tað er at dríva eina slíka vinnu í Klaksvík.

Hugskotið føðist

Eg haldi, at byrjanin til hesa caféina føddist í hugaheiminum hjá mær, sigur Jacqueline Gardar. Maður mín, Bogi Gardar, hevur siglt nógv úti, hetta hevur við sær, at eisini eg havi ferðast nógv, og tí upplivdi eg eisini hetta, at kunna fara út í býin at njóta eina løtu. Eg helt, at í Klaksvík var tørvur á slíkum, tí sum heild eru vit føroyingar væl fyri peningaliga og hava ráð at keypa okkum ein kaffimunn av og á uttanfyri heimið.

Vit tosaðu nógv saman um hetta heima hjá okkum, og tá eg samstundis var givin at arbeiða sum námsfrøðingur og ikki hevði funnið mær nakað annað, so samdust vit um at gera eina roynd at gera hugsan til veruleika.

Keyptu í 2014

Hølini her við Klaksvíksvegin høvdu staði til sølu í eina tíð í 2014 men vóru ikki seld. Vit góvu so eitt boð inn. Bogi skuldi út aftur at sigla fríggjadagin eftir at vit høvdu bjóðað upp á bygningin tí vildu vit hava eitt skjótt svar, áðrenn hann fór av stað eftir. Tað eydnaðist og vit keyptu tá í 2014.

Handverkarin á kokkaskúla

Lindi, sonur okkara, sum nú hevur stórstu ábyrgdina av rakstrinum, arbeiddi, sum handverkari hjá Kanjon, har hann er avlærdur sum handverkari. Hann vildi eisini verða partur av hesi ætlan míni, sigur Jacqeline og tí fór hann á kokkaskúla, at útbúgva seg til hesa stóru ætlan okkara.

Hugsaðu bert um dagtímarnar

Tíðliga á sumri 2014 lótu vit so upp. Tað vit hugsaðu tá, var at vit skuldu lata upp eina café, sum í dagtímunum skuldi vera opin til fólk at kunna seta seg niður og hittast kring ein góðan kaffimunn við einhvørjum afturvið.

Vikuskiftini fylla nógv

Vit høvdu als ikki roknað við, at vit skuldu hava opið seint í vikuskiftunum. Men skjótt vísti tað seg, at tørvurin á øðrum enn tí vit høvdu hugsað eisini var stórur, tí er Café Jaqson ídag blivið til eitt stað, har fólk koma allan dagin í gjøgnum. Vit hava eina cafématskrá og opið er frá klokkan 9 um morgunin og til kl. 20 um kvøldið. Fríggjakvøld tó til klokkan 04 og leygarkvøld eisini til klokkan 04. Leygarmorgnar verður latið upp kl. 11.00. Byrjað verður um morgunin við continental og enskum morgunmati.

Neyðugt at byggja upp í

Lindi Gardar, ið skal fáa raksturin at hanga saman, sigur, at tey byrjaðu í smáum, sum glaðir amatørar, men vóru skjótt fangað av spenninginum við at dríva eitt slíkt hugnaligt stað fyri viðskiftafólk. Tað var tí skjótt at vit sóu, at vit høvdu ov lítið pláss. Tá vit keyptu hølini vóru tey um 145 fermetrar til støddar. Vit tveimum uppíbyggingum, búleikast vit í dag á 260 fermetrum.

Vit byrjaðu vit einari scenu til live tónleik, men ídag hava vit tvær. Tvinni hølir eitt til dansin og eitt har fólk kunnu sita og hugna sær. Tó er so gott samband ímillum hølini, at tað kemur meira enn so fyri, at fólkið dansar í báðum eindunum, tí sjálvt um tað eru tvey hølir, so eru tey somikið væl og opið samanbundin, at væl ber til at brúka húsið sum eitt og sama dansigólv.

Umleið 25 fólk í starvi

Í dag starvast um 25 fólk her á Jaqson. Tey flestu eru ungdómar, ið ganga í skúla og sum vinna sær nøkur oyru her eftir skúlatíð og í vikuskiftunum.

Um raksturin kann eg siga, at vit eru nøgd við gongdina higartil. Sjálvandi, vit hava gjørt nógvar nýggjar íløgur síðani vit byrjaðu. Ikki minst hava vit broytt køkin, har vit eitt nú byrjaðu við eini lítlari grýtu at kóka chips í, til vit ídag hava ein modernaðan køk, ið eisini bleiv gjørdur størri við eini uppíbygging.

At arbeiða saman við mammu

Eina stóra uppíbygging gjørdu vit eisini oman og norðureftir. Tað hevur sjálvandi kosta íløgur. Men raksturin hevur verið til at liva við, so nú vit hava bygt út so langt, sum vit kunnu, verður helst friður til at ganga meira upp í sjávan raksturin.

Um at arbeiða saman við mammu síni, sigur 29 ára gamli Lindi Gardar, at tað hevur gingið sera væl. Tá vit arbeiða og fundast og tosa um hvat skal gerast og ikki, hugsi eg ikki at tað er mammu eg tosið við. Vit duga at vera profesionel og halda tað privata burtur frá arbeiðinum. Her, snýr tað seg um Jaqson og einki annað.

Vikuskiftini krevja frá okkum báðum

Vit bæði hava býtt okkum eitt sindur upp. Eg taki mær meira av vikudøgunum, ímeðan mamma er meira her í vikuskiftunum. Jacqline brýtur inn her og sigur, at hon tekur meira um vikuskiftini, so Lindi kann vera um konu og børn heima tað tíðina tey hava frí.

Jú, eg havi so nógv frí, sum tað ber til um vikuskiftið, men eg má alla tíðina hava telefonina hjá mær, tí her er opið til klokkan fýra um náttina og nógv ung fólk til arbeiðis og sera nógv lív í, so um eitthvørt er, so má eg eisini vera tøkur. Tær leygarnæturnar, tá vit hava eitthvørt kent navn og nógv fólk koma, tá má eg eisini tørna til, soleiðis at mamma ikki stendur her hvørja nátt um vikuskiftið.

 

Ein sunnan og góðan rakstur

Vit hava havt góðan vøkstur í rakstrinum, sigur Lindi Gardar at enda. Í byrjanini livdu vit kanska mest av vitjanum av føroyingum, men seinni árini er tilgongdin av ferðafólki vaksin munandi.

 


Jú, vit síggja ljóst upp á framtíðina og ivast ikki í, at eisini komandi árini verða góð fyri café Jaqson, siga tey bæði Jacqline og Lindi Gardar við ein munn.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar