Lýsing

ÍSF 80 ár til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.04.2019 - 15:23 Ítrottur Tíðindaskriv

Framsýningin ÍSF 80 ár og Oyggjaleikir 1985-2017, sum hevur verið á torginum í SMS seinastu vikuna, fer nú at ferðast:

Frá mánadegnum 15. apríl til og við týsdegnum 30. apríl verður forvitnisliga framsýningin at síggja í Býráðshøllini í Klaksvík. Á framsýningini ber til at síggja søguna hjá ÍSF í orðum og myndum. Oyggjaleikirnir, sum hava verið gjøgnum tíðina, verða eisini væl lýstir.

Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.

Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”