Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í hátrýstluft er vanliga sólglottarm, sum teir síggjast á myndini, tikin seinnapartin í dag. Soleiðis kann væntast, at veðrið fer at vera næstu dagarnar. | Mynd: Lív Hanusardóttir Kjølbro

Hæsingur í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.04.2019 - 20:20 Tíðindi Veðrið

Síðan hósdagin og líka til týsdagin í vikuni, sum kemur, fer vindurin at koma úr landsynningi ella landsynningi-suðuri. Vindferðin verður eitt sindurskiftandi.

Einki brúgvalag við regni ella øðrum avfalli fer at leggja leiðina framvið, so tað fer yvirhøvur at vera turt í Føroyum næstu dagarnar.

Hæsingur er áhaldandi turr luft úr somu ætt – fyri tað mesta onkrari eysturætt. Veðrið í Føroyum fer at vera stýrt av einum hátrýsti, sum stendur yvir skandinavisku hálvoynni (t.e. Norra og Svøríki). Umframt at geva okkum hátrýstveður, fer tað at verja okkum ímóti djúpum lágtrýstum úr Atlantshavi næstu dagarnar.

Luftin í hesum hátrýsti er um 5 stig, men hon ornar eitt sindur á vegum til Føroya. Hitin í Føroyum fer at koma upp ímóti 8-9 stig í vikuskiftinum.

So veðrið fyri næstu dagarnar er ikki fløkt at skriva um. Ættin í ímillum landsynning og landsynning-sunnan, vindferðin fer at vera um 13 m/s (±), og hitin fer at liggja ímillum 7 til 9 stig. Og tað verður yvirhøvur turt hesar dagarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…