Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-NSÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.04.2019 - 07:04 Ítrottur Tíðindi

Bæði liðini mangla onkrar lyklaleikarar.

KÍ og NSÍ fara í dag at spæla ein dyst um, hvat av liðunum næstu umførini skal vera tættast uppá tey bæði fremstu liðini B36 og Skála. KÍ hevur á 3. plássi átta stig og NSÍ á 4. plássi sjey stig.

Hjá KÍ eru Óli Ey. Poulsen og Deni Pavlovic ikki tøkir vegna skaðar, men báðir eru nær við at blíva klárir aftur. Takuya Matsunaga er ivasamur, meðan Torbjørn Grytten og Ólavur Niclasen eru tøkir aftur. Hjá NSÍ eru Øssur Dalbúð og mest sannlíkt eisini Petur Knudsen ikki við vegna skaðar.

Lagt er upp til ein javnan og spennandi dyst. Tríggir av teimum seinastu fýra dystunum í lands- og steypakappingini millum liðini í Klaksvík eru endaðir við javnleiki, og í trimum av teimum fýra dystunum eru komin fýra mál.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00, og dómari verður Petur Reinert.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ