Lýsing
Lýsing

Kódnar Føroya Banka toskurin av hita og veðurlagsbroytingum?

SKRIVAÐ: Johan Mortensen  |  14.04.2019 - 11:03 Lesarabrøv Tíðindi

Magnus Heinason var a Føroya Banka í farna mánaða har hann fekk 161 toskar og umleið 5 tons av hýsu. Matstovan Barbara hevði fult hús trý kvøld har fólk gleddist um vælsmakkin av Føroya Banka, millum heimsins bestu rávørur.

Aftaná at hava verið friðaður i fleiri ár hevur toskurin ikki ment seg so nógv sum vónað hevur verið. Ein orsøkin er sjalvandi at ovurhonds ránsveiðan  nærum oyddi toskin og at gýtingarstovnurin harav er sera lítil og viðbrekin.

Nú eru havfrøðingar farnir at gera vart við eitt annað sera álvarsamt fyribrigdi nevniliga veðurlagsbroytingar á okkara leiðum ! Veðurlagsbroytingar gera at sjógvurin hitnar. Tað er staðfest at tað er heitari a Føroya Banka enn á landgrunninum og er man farin at tosa um at tað kanska longu nú er ov heitt á Bankanum hjá toskinum at gýta sum hann skal ! Hýsan tolir betur hita men øktur hiti er sera skaðiligur fyri nebbasildina !

Er hitin á  Føroya Banki kanska fyrsta ítøkiliga dømi uppá skaðiligar veðurlagsbroytingar hjá okkum ?
Fer tað veruliga at hitna á landgrunninum kann hetta fáa risa negativar avleiðingar fyri Føroyar um toskurin og nebbasildin hvørva og allarhelst ivasamt um tað fer at bera til at ala laks á sjógvi.

Hetta eru álvarsmál og eru stig tikin til at halda eina málstevnu í Norðurlandahúsinum 11 Sept. um hesi evni sum hava  vitalan týdning fyri okkara samfelag.
 
Johan Mortensen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…