Lýsing
Føroyingar eru vinarligastu fólk, eg nakrantíð í lívinum havi hitt, sigur 25 ára gamli Robin Meuleman úr býnum Brugge í Belgia.

- I have a very embarrassing question

SKRIVAÐ: Rúna Sivertsen  |  14.04.2019 - 12:13 Tíðindi

Jólamorgun kom ein hungurstungin ferðamaður á gátt hjá Sannu Katrin og Róa Absalonsen á Viðareiði. Til fánýtis hevði hann leitað úr Havn til Viðareiðis eftir onkrum staði at keypa sær mat. - Føroyingar eru mest vinaliga fólkið í allari verðini, sigur 25 ára gamli Robin Meuleman úr Belgia, sum hóast unga aldurin hevur ferðast í nógvum londum

 - Do you have any food, segði fremmandamaðurin, sum jólamorgun óvæntað kom á gátt í norðasta húsi í Føroyum.

Tá Sanna Katrin og Rói Absalonsen sótu og ótu morgunmat fyrsta jóladag, sóu tey tveir menn standa nakað oman fyri hús teirra og tosa saman. Hús teirra standa Uppi við Garð á Viðareiði og liggja beint við gøtuna, har fólk ganga, tá tey skulu niðan á Villingardalsfjall.

Tey sóu, at annar teirra var ein ferðamaður. Tað einasta óvanliga í tí var, at tað plaga ikki at vera ferðafólk at síggja har um leiðir jóladag. Løtu seinni síggja tey mannin koma upp á terassuna oman fyri hús teirra, men hann kemur ikki inn og fer heldur ikki avstaðaftur, so Rói fór út og beyð manninum góðan dag.

Rói hugsar nú, at maðurin ivaleyst man hava tørv á at læna vesið, tí tað kemur meira enn so fyri, at fólk eru komin á gátt hjá teimum í teimum ørindunum.

Maðurin svarar við at siga: - I have a very embarrassing question! Do you have any food?.

Rói skundaði sær innar til konu sína og segði: - Her stendur ein maður og spyr, um vit eiga nakran mat!

 

Blíðskapur í Føroya norðasta húsi
Hendan góða jólamorgun hevði Sanna Katrin bakað skons, sum hon hevði klár, tá Rói kom aftur eftir at hava verið og mjólkað. Verforeldrini vóru og hildu jól saman við teimum og Benjamin, beiggi Róa, var komin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn. Sanna Katrin fór beinavegin at seta meira mat á borðið til svanga ferðamannin, og Rói fór útaftur og bað hann koma innar.

Robin var ovfarin av at verða bjóðaður inn og sigur, at hann trongdi til eitt brúsubað og føldi seg ikki væl at koma inn til fólk. Men blíðskapurin á Viðareiði var ikki smávegis.

 - Tey vóru júst liðug at eta morgunmat, men kortini settu tey breyð, egg, kaffi, mjólk, ost og súltutoy á borðið til mín. Eg fekk eisini holukøkur og skerpikjøt, sigur Robin.

At bjóða einum heilt fremmandum inn at eta saman við familjuni heldur Robin vera einastandandi vakurt gjørt.

 

Helst uttan ferðaleiðara
Robin Meuleman er 25 ára gamal og er úr býnum Brugge í Belgia, har hann hevur búð alt sítt lív. Dagliga starv hansara er bókhald, men honum dámar sera væl at ferðast og taka myndir. Helst vil hann leggja sínar ferðir til rættis sjálvur uttan ferðaleiðara. Tað krevur nógva fyrireiking, men hann elskar at ferðast frítt og uttan hjálp frá øðrum. Vanliga ferðast hann við ryggsekki og telti, tó at hann onkuntíð gistir á vallaraheimi ella leigar gjøgnum Airbnb.
          
Norrønu londini hava altíð hugtikið unga ferðamannin, sum gjørdi av at nýta jólafrítíðina 2018 upp á eina ferð til Føroyar. Best dámar honum at ferðast, tá lítið av ferðafólki er, og tí gjørdi hann av at koma til Føroyar á jólum.

Robin sigur, at hann altíð fyrireikar seg væl til sínar ferðir, havandi í huga váðar í sambandi við tjalding í náttúruni. Hann hevði hoyrt, at í Føroyum kundu vit hava fýra árstíðir ein og sama dag, so hann var ansin alla tíðina.

Jólaftan koyrdi Robin runt í Havnini og leitaði eftir matvøruhandlum og matstovum, men alt var stongt. Hann gjørdi tí av at koyra norð til Viðareiðis, tí jólamorgun ætlaði hann sær niðan á Villingardalsfjall.

Tá hann kom oman aftur av Villingardagsfjalli, kom hann í prát við Pól Sundskarð, sum segði honum, at neyvan var nakar handil ella matstova opin jóladag.

Pól Sundskarð sigur, at hann minnist væl samrøðuna við henda ferðamannin, og at hann hendan dagin legði merki til eini fýra ferðafólk, sum vóru á veg í fjøllini. Tað er ikki vanligt, at ferðafólk eru í fjøllunum hesa tíðina á árinum, og Pól stúrdi fyri, at tey fóru at koma sær í óføri í kavanum ovast í fjøllunum.

 

Vinarligasta fólk í verðini
Aftan á tríggjar tímar saman við familjuni á Viðareiði, koyrdi eg avstaðaftur við fullum maga, sigur Robin flennandi. Hann sigur, at ferð hansara í Føroum var heilt ótrúlig. Tað ber ikki til at siga frá við orðum, hvussu heilt einastandandi vakurt land tykkara er.

- Føroyingar eru so heilt avgjørt tað vinarligasta fólkaslagið, eg í mínum lívi havi hitt, sigur hann.

- Eg komi so avgjørt aftur til Føroyar, sigur Robin, og eg havi sagt við familjuna Absalonsen, at tá fari eg at bjóða teimum til døgurða.

 

Góð ráð til ferðavinnuna
Spurdur, um hann hevur nøkur ráð til ferðavinnuna í Føroyum, sigur Robin, at vit eigaleggja dent á at lýsa við, at føroyingar eru heimsins vinarligasta fólk. Hann ræður føroyingum til at hava fleiri handlar til ferðafólk, og biður okkum ikki fara undir at skipa fyri beinleiðis ferðasambandi við USA, tí tað fer at spilla tað friðsæla við Føroyum. Seinast ræður hann ferðavinnuni til at flyta sjóneykuna frá Tórshavn og lýsa meira við náttúrini í Klaksvík og Norðoyggjum. 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”