Lýsing
Lýsing

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, hartar kommunala eftirlitið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.04.2019 - 11:27 Politikkur Tíðindi

Í svarskrivið til Heilsu- og Innlendismálaráðið, er Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu misnøgdur við at kommunala eftirlitið hevur givið fjølmiðlum innlit í málini viðvíkjandi handilshølunum í Biskupstorgi og viðvíkjandi kommunala stuðlinum til Spaniastovu.

Tann 19. mars 2019 skrivar Norðlýsið grein undir yvirskriftini "Kommunala eftirlitið kallar leistin hjá Klaksvíkar Kommunu - óvanligan og óruddiligan" har tað kemur fram at "….. Kommunala Eftirlitið á fundi í november 2018 gjørdi Klaksvíkar Kommunu greitt at ognarviðurskiftini og framferðarhátturin hjá kommununi í samband við Biskupstorg er ”óvanligur og óruddiligur” og ivasamt er um kommunan hevur hildi seg til heimildirnar í kommunufulltrúini…."
 


Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, skrivar m.a.: 

…….Tá hugsað var um rættartrygdina hjá Klaksvíkar kommunu, skal sigast at kommunan var sett í eina sera óhepna støðu, har skjøl og samskifti millum myndugleikarnar var drigið út í miðlarnar, men tó uttan nakra niðurstøðu, sum kommunan kundi fyrihalda seg til. Hettar tykist okkum at verða sera harmiligt, at Kommunala eftirlitið ikki gevur sær sjálvum arbeiðsfrið, við at geva miðlunum innlit í skjøl, áðrenn hann hevur orðað eina niðurstøðu…….


Málini um Biskupstorg og Spaniastovu eru í løtuni til viðgerar hjá kommunala eftirlitinum, sum er undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum og hjá kommunala fíggjareftirlitinum, sum er undir Fíggjarmálaráðnum.


Spaniastova
Tann 4. Januar 2004 er greiní Norðlýsinum um sáttmála millum leiðaran fyri Spaniastovu og Klaksvíkar Kommunu undir yvirskriftini: "Tryggjaðu felag hjá fráfarandi stovnsleiðara fíggjarliga í fimm ár".


Norlýsið skrivar: 
…. Eftir samráðingar millum borgarstjóran, varaborgarstjóran og leiðaran fyri kommunala stovnin “Húsið”, samtykti Klaksvíkar býráð eina avtalu á afturlatnum býráðsfundi, sum tryggjar privata felagnum hjá fyrrverandi stovnsleiðaranum í kommunala stovninum, hálva million krónur í árligum kommunalum stuðli fram til 31. mars 2023. Málið hevði slíkan skund, at pengingur varð samstundis játtaður til “starvs-flytingina” við eykajáttan frá býráðnum….

….Borgarstjórin og varaborgarstjórin hava fingið eina avtalu í lag við kommunala stovnsleiðaran, um at fara úr kommunala leiðarastarvinum samstundis sum býráðið tryggjaði privata felagið hjá fráfarandi stovnsleiðaranum fíggjarliga. Í fráfaringar semjuni verður avtalað at Klaksvíkar Kommuna skal stuðlað “Felagnum Spaniastova” við eini peningaupphædd, sum tykist taka útgangsstøði í lønini, stovnsleiðarin hevur fingið, sum leiðari í kommunala ungdómshúsinum….


Í svarskrivið til kommunala eftirlitið tann 27. mars 2019, sum vit nú hava fingið innlit í, skrivar borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu soleiðis um at fráfaringaravtalan við kommunala stovnsleiðaran varð flættað saman við eina stuðulsavtalu við privata felagið hjá stovnsleiðaranum:


… Sum nevnt omanfyri, var tað eitt ynski frá býráðspolitiskari síðu at geva Húsinum eina nýggja byrjan við at umleggja og umskipa henda kommunala stovn.

Orsøkin til hetta var, at talið av brúkarum var minkað munandi, og tí varð mett, at tørvur var á endurnýggjan av virkseminum og konseptinum fyri at styrkja sambandið og økja talið av brúkarum.

Hetta politiska ynski fall saman við áður nevnda politiska ynski at uppraðfesta mentanardepilin Spaniastovu. Klaksvíkar kommuna fór tí í holt við samráðingar við Jógvan Andrias Joensen um tvinni viðurskifti, har annað var at gera ein avrikssáttmála við felag hansara, Spaniastova, meðan hini ørindini vóru ynskta umleggingin av Húsinum,
sum hevði tørv á nýggjari byrjan.

Úrslitið gjørdist ein fráfaringaravtala, sum gav honum eina uppsagnarløn í tveir mánaðar.
Viðvíkjandi ungdómshúsinum, Húsið, er talan eina uppsøgn, ið inniheldur eina fráfaringarløn, og hevur Klaksvíkar kommuna sum arbeiðsgevari setanarrættarliga heimild til tess.

Sum nevnt omanfyri metir Klaksvíkar kommuna, at stuðulsupphæddin til Spaniastovu er ein partur av natúrliga kommunala virkseminum, og er hettar ein partur av kommunufulltrúini.....


Kommunan bað um loyvi at rinda skuld.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu skrivar til kommunala eftirlitið at tað er partur av virkseinum hjá kommununi at stuðla virkseminum í Spaniastovu, tí kommunan í 2008 fekk loyvi við ávísum treytum frá Innlendismálaráðnum, at veita stuðl til at rinda skuld hjá felagnum Leikarar í Lund:


…. Hetta málið er ein fyrispurningur frá Klaksvíkar kommunu til Løgmálaráðið í sambandi við, at Klaksvíkar kommuna ynskti at stuðla felagnum Leikarar í Lund. Í skrivinum viðmerkir Løgmálaráðið, at Klaksvíkar kommuna hevur heimild at lata stuðul til virksemi av mentanarligum slag, sum í hesum føri fevndi um tónleik og list. Stuðul kann latast, um so er, at virksemið er almannagagnligt, tvs. at stuðulin skal hava eitt alment endamál og verða rættaður ímóti borgarunum yvirhøvur.

Klaksvíkar kommuna hevur við støði í hesum atlitum mett, at virksemið hjá Spaniastova er almenninum at gagni, grundað á, at virksemið, ið Spaniastova skipar fyri, hevur stóran týdning fyri býin, og er til gagns fyri allar borgarar í Klaksvíkar kommunu…..


Í brævið frá Innlendismálalráðnum tann 26. februar 2008 stendur m.a.:

…… Klaksvíkar Kommuna ynskir at stuðla fyritøkuni Leikalund við 200.000 kr. Henda upphædd kemur at dekka ein part av skuldini hjá fyritøkuni, ið er 500.000 kr……..

…. Talan er harafturat um privat virksemi, ið verður framt við vinningi fyri eyga, og tískil eigur stuðulin at verða latin sum eitt "undirskotsgaranti", soleiðis at kommunan ikki beinleiðis er við til at fremja ella økja um vinningin hjá fyritøkuni…..


LES bræv frá borgarstjóra tann 27. mars 2019 HER 


LES niðurstøðu um "undirskotsgaranti" til felagið Leikalund í 2008 HER

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria
Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klá…
Manning og reiðarí missa stórar upphæddi…
Upptakt: B36-KÍ