Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tórshavnar kommuna sendir 12 fólk í arbeiði ókeypis við Nólsoyar Páls Garðin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.04.2019 - 13:23 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað gongur væl við byggingini av Garði Nólsoyar Páls á Biskupsstøð. Mánadagin fingu vit eitt lítið prát við Archibald Black, har hann greiddi okkum frá, at felagið aftanfyri byggingina av garðinum skuldi hava ársaðalfund 16. apríl.

Í hesum sambandið greiðir Archibald Black frá, at grunnurin hevur keypt ognina hjá Eivindi av Reyni við Nólsoyar Páls Gøtu. Hetta eru húsini sum eru næsti granni til barnaheimið hjá Archibald og hjá ognini hjá Ragnu Laksáfoss.

Eivind av Reyni og kona hansara boðaðu okkum frá, at tey høvdu ætlanir um at selja húsini, og føldu at tey fyrst skuldu bjóða okkum møguleikan at keypa. Vit høvdu ætlanir um at Klaksvíkar Kommuna skuldi vera við í keypinum, tí vit høvdu ætlanir um at taka tey niður, um vit keyptu, soleiðis at meira opið bleiv til Nólsoyar Páls Gøtu. Samstundis bjóðaðu vit okkum at gjalda 500.000 í okkara part. Men vit fingu ongantíð nakra svar frá kommununi.

Hetta hevði skund, tí vit fingu ikki óendaleyst skoðbráð frá Eivindi og konuni, so vit valdu at taka av, keypa húsini og grunnurin tók lán til endamálið.

Sum sæst á tekningini yvir Nólsoyar Páls Garð og økið uttan um, so er ætlanin einaferð í framtíðini, at gyrða økið við einum grótgarði ímóti Nólsoyar Páls Gøtu og so millum annað at hava rabarbugarð og hvanngarð á økinum.  Annars skal økið vera eitt grønt hugnaøkið og kemur hetta at lata upp fyri útsýninum oman til garðin.

Ein gáva

Fyri stuttum bleiv er ringdur upp frá Tórshavnar komunu. Ørindini vóru at bjóða okkum at taka ímóti 12 arbeiðisfólkum at arbeiða við Nólsoyar Páls garð í ein dag.

Tá eg so spurdi inn til hvat hetta skuldi kosta okkum, var svarið, at um vit vildu geva teimum eitthvørt at eta hendan dagin, so var tað gjaldið.

Harafturat fekk eg at vita, at vit kundu sjálvi avgera nær hendan arbeiðismegin skuldi koma hendavegin. So ætlanin hjá okkum er, at tá tað líður longur út á várið og tað gerst lýggjari, tá fara vit at seta meira gongd á útiarbeiði og tá er kærkomi at fáa so stóra hjálp í ein heilan dag.

Archibald bjóðaði eisini ein kaffimunn inni í sera hugnaligu hølunum og vit fingu eina rundvísing. Innrættingin av Garðinum er komin sera væl ávegis. Vit takka Archibald Black fyri rundvísingina og blíðskapin.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB