Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsuverkið - læknatrot

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen. løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  15.04.2019 - 21:00 Politikkur Tíðindaskriv

Øll framkomin lond, sum hava virðing fyri sær sjálvum, tey hava eitt vælútbygt heilsuverk. Heilsuverkið er ein av grundsúlunum undir vælferðarsamfelagnum og eigur tí at fáa hægstu raðfesting.

Vit eiga sjálvsagt at hava eitt dagført heilsuverk, minst á sama støði, sum grannalond okkara hava, har sjúklinginum stendur í boði at fáa tær neyðugu viðgerðir og ráðgeving, soleiðis at lívsdygdin verður so góð, sum á nakran hátt tilber.

Heilsuverkið hevur fleiri avbjóðingar, men tær eru til at loysa. Í hesi  grein komi eg inn á tvær av avbjóðingunum, trotið av kommunulæknum(serlæknum í almennari medisin) og trotið av øðrum serlæknum.

 

Kommunulæknar

Normeringin er í dag 34 kommunulæknastørv, men umleið 1/3 av hesum størvum er mannað við avloysarum – ikki so sjáldan útlendskum læknum. Hetta er ikki nóg gott.

Kommunulæknaskipanin er ein týðandi partur av heilsuverkinum, tí meginparturin av teimum, sum koma í samband við heilsuverkið, koma til ein kommunulækna. Greiða málið er, at fólk hava sín fasta kommunulækna, tí tað fremur álit og gevur tryggleika millum partarnar.

 

Serlæknar

Fyri knøppum ári síðani varð mær upplýst, at 20 serlæknar manglaðu, har játtan er tøk í dag til størvini. Uppgávurnar verða tí ístaðin røktar við konsulentavtalum, tí tað higartil ikki hevur borið til at fáa serlæknar í fast starv. Hendan skipan er í flestu førum ikki nóg góð, og greiða málið er at fáa fastar serlæknar til tær greinar, sum játtan er til.

..........

Nógv hugskot hava verið frammi, hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast, men enn vantar nokk so fitt í, at vit hava loyst læknatrotaavbjóðingina.

Ofta verður sagt, at ringt er at fáa tey, sum hava lisið til lækna at søkja starv í føroyska heilsuverkinum – tey velja útlandið heldur, tí tey hava verið nógv ár í útlandinum og sambandið við føroyska heilsuverkið er tí nakað fjart frá teimum.

 

Medisinútbúgving

Eitt hugskot fyri at bøtt um læknatrotið, hevði eftir mínum tykki verið, at møguleiki verður fyri at lesa medisin á Fróðskaparsetrinum - ið hvussu so er á bacholor-stigi. Forarbeiðið til hetta er gjørt, og tað ber væl til - tað snýr seg um raðfesting hjá Fróðskaparsetrinum. Ein slík útbúgving eigur sjálvsagt at verða góðkend, soleiðis at til ber at lesa víðari aðrastaðir.

Hetta hevði borið við sær, at tey lesandi vóru nøkur ár longur í Føroyum eftir lokna miðnámsútbúgving, og náttúrliga sambandið hjá teimum við føroyska heilsuverkið í sambandi við medisinlesnaðin, hevði heilt víst gagnað øllum pørtum. Eg ivist ikki í, at fleiri av teim medisinlesandi høvdu valt føroyska heilsuverkið sum teirra stavsøkið eftir loknan lesna, um tey høvdu lisið í Føroyum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…